KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Super sigur á Dungasandi

1. lið03-06-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 11. umfar: 07 Vestur – HB 1-4

Hóast vertirnir komu framum beinanvegin við brotssparki, megnaðu vit at javna og venda dystinum til okkara fyrimun og vunnu ein sannførandi 4-1 sigur á Dungasandi.


Heimasíðan var, at givnum orsøkum, ikki til staðar á Dungasandi, og tí kunnu vit ikki verða serliga ítøkiligir.

Vágamenn komu annars framum beinanvegin í dystinum við brotssparki frá Søren Nielsen. Vit fullu tó ikki í fátt, men hildu okkum til okkara uppskrift og bara átta minuttir seinni javnaði Rókur við einari sannari perlu.

Kanska vóru vertirnir betur við i fyrra hálvleiki, men vit settu tingini uppá pláss í seinna. Aleksandar eru gløðandi í løtuni og tá 53 minuttir vóru leiktir legði hann okkum framum.

Beint eftir tímaslagið økti Símun Samuelsen og beint fyri leiklok setti Sebastian Pingel punktum við einum sera góðum máli.

Vit hava nú fingið fatur í rætta endanum aftur og eftir tveir dystir er okkara málúrtøka farin frá 8-8 til 16-11. Ikki so galið og flott afturí aftur komið eftir keðiligu gongdina.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 11. umfar leygardagin 3. juni 2017 kl. 17.00 á Dungasandi

07 Vestur – HB 1-4 (1-1)
1-0 Søren Nielsen 8’ (br.)
1-1 Rókur av Fløtum Jespersen 15’
1-2 Aleksandar Stankov 53’
1-3 Símun Samuelsen 61’
1-4 Sebastian Pingel 88’

Gult kort: Adrian Justinussen og Bartal Wardum

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Poul Thomas Dam, Jógvan Rói Davidsen, Símun E. Samuelsen, Adrian Justinussen (Heðin Hansen 71), Heri H. Mohr, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen (liðsk.) (Martin Bergvold 76) og Alexandar Stankov (Sebastian Pingel 74)

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Dánial Pauli Lervig, Levi Hanssen og Daniel Johansen

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Rókur av Fløtum Jepsersen

Dómari: Kári J. á Høvdanum
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Rúni Olsen
4. dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen