KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Suni Merkistein heiðraður

Ymiskt30-03-2017 - Jónfinn Petursson

Á móðurmálshaldinum í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars varð móðurmálsvirðislønin fyri 2017 latin útvarps- og sjónvarpsmanninum Suna Merkistein.


Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði Suna virðislønina vegna Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. 

Í grundgevingini fyri at lata Suna Merkistein virðislønina verður nevnt at:

- Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi.

- Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið.

- Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld.

- Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt.

- Í ítróttafrásagnum sínum hevur Suni Merkistein mangan bæði víst og lýst, hvussu livandi og lætt føroyska málið kann vera.

- Fyri hansara framúr frásagnarstíl á góðum og viðkomandi máli heiðra vit í dag Suna Merkistein við Móðurmálsvirðislønini 2017.

Vit fegnast og ynskja hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum ið er fallin Suna Merkistein í lut.


Mynd og heimildari: malrad.fo