KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen
1. lið08-09-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 21. umfari í Effodeildini: HB – TB/FCS/Royn

Seinni dysturin í Gundadali komandi sunnudag er spennandi uppgerðin millum HB og suðringar. Samanlagda liðið, hevur so smátt fingið fatur í rætta endanum aftur.


Eftir eina sera keðiliga gongd hjá gestunum við fýra tapum, hava seinastu tveir dystirnir givið fýra stig. Tó eigur javnleikurin við Margáir, seinast, at kennast meira sum tvey mist stig, enn eitt vunnið, eftir at EB/Streymur komu afturí aftur móti dystarenda.

Hjá suðringum er glasið ongantíð hálvtómt og hóast teir standa við rygginum móti múrinum, er bara ein vegur, og hann er fram.

Tann eyðkenndi villskapurin og áhaldandi ágrýtni hevur borið langt, og hóast fleiri helst mettu TB/FCS/Royn sum ein niðurflytingar biðla, hevur hetta víst seg als ikki at verða so.

Vit máttu aftur heim aftur sum av torvheiðum eftir enn ein fusara í Fløtugerði. Hóast ÍF er greitt veikasta liðið í deildini, megnaðu okkara menn ikki at umseta ætlan til veruleika, og tí mistu vit eitt avgerandi fet í royndini at fáa Evropa fóltból aftur í betra endan av Gundadali.

Nú mugu vit aftur á hestin, og sunnudagin er uppgávan, á pappírinum, torførari enn seinast. Men, hon er yvirkomilig og seinast dagsins gestir vóru í Gundadali, vunnu vit góðan og uppibornan sigur.

Vit gleða okkum til spennandi dystin sum verður sunnudagin kl. 17.45 og bjóða øllum; hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 21. umfari eru hesir:

1009 Víkingur – 07 Vestur
1009 HB – TB/FCS/Royn
1009 NSÍ – Skála
1009 KÍ – ÍF
1009 B36 – EB/Streymur