KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Stríddu okkum til javnleik

1. deild menn08-04-2017 - Jónfinn Petursson

Menn 1. deild, 3. umfar: HB – AB 3-3

Okkara menn stríddu seg innaftur í dystin eftir í tveimum førum at hava verið aftanfyri við tveimum málum. Og var hepnið við okkum, kundu vit kanska fingið øll stigini.


Leikaralistin til dagsins dyst var nakað alternativur. Fleiri av yngru leikarunum eru í Danmark á venjingarlegu við okkara U18-liði.

Vit fingu eisini ein forderdiliga byrjan, tá ungi AB-framherjin, Bjarki Nielsen, longu í áttanda minutti eftir langt innkast og hartil hoyrandi trunkaspæl sendi bóltin í málið.

Tá 21 minuttir vóru leiktir, fingu gestirnir aftur mál, og aftur eitt av teimum bíligu. Karstin Højgaard sleppur ótarnaður at stúta eitt horna í málið.

Bara tríggjar minuttir seinni minkaði Heri H. Morh við einum flottum solotúri, um munin til hálvleiksstøðuna 1-2.

Høvdu vit gott tak á AB móti endanum av fyrra hálvleiki, so mistu vit tamarhaldi í seinna, og fimm minuttir eftir tímaslagið økti Mikkjal T. Hentze við einum sera góðum langskoti til 3-1 til AB.

Hóast brekkan nú kendist rættuliga brøtt, komu vit inn aftur í dystin, og við nøkrum góðum leikaraskiftum vendu vit gongdini.

Beinir Henriksen var so ópheppin at skalla bóltin í egið mál eftir horna, og tveir minuttir fyri leiklok javnaði Adrian Justinussen við sera góðum skotið frá horninum av brotsteigarmarkinum til endaligu støðuna 3-3.

Samanumtikið kunnu okkara leikarar verða vælnøgdir við eina stigið, serliga sæð í ljósinum av støðuni vit vóru í um miðjan seinna hálvleik,


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

1. deild, 3. umfar: leygardagin 8. apríl 2017 kl. 12.30 í Gundadali

HB – AB 3-3 (1-2)
0-1 Bjarki Nielsen 8’
0-2 Karstin Højgaard 21’
1-2 Heri H. Mohr 24’
1-3 Mikkjal T. Hentze 65’
2-3 Beinir Henriksen 75’ (sj,)
3-3 Adrian Justinussen 88

Gult kort: Tóri Rasmussen, Ari Mohr Olsen og Heri H. Mohr

Liðið: Petur Thomsen – Poul Thomas Dam, Adrian Justinussen, Magnus Egilsson (Hendrik Rubeksen), Rói av Fløtum (Christian Eli Zachariasen), Heri H. Mohr, Tóri Rasmussen, Ári Mohr Olsen (Páll Mohr Joensen) Símun N. Samuelsen (liðsk), Aron Clementsen og Báður Mittelstein

Óbrúktur eykaleikari: Pætur Ejdesgaard

Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Súni Fríði Barbá
Hjálpardómarar: Janus Fossdalsá og Georg Rasmussen