KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Stórsigur til HB II

1. deild menn05-06-2016 - Jónfinn Petursson

1. deild, 15. umfar: HB – NSÍ 6-2

Hesin dysturin skuldu upprunaliga spælast 22. juni, men feløgini komu ásamt um, at flyta dystin fram.

Okkara næstbestu hava ikki klárað tað meiri enn næstbest higartil, men sæð í ljósinum av, at vit júst eru fluttir upp og at fólkið er ung, er tað sum so í lagi, og høvðusendamálið er at stabilisera liðið aftur í næstbestu deildini.

Men í dag bragdaði aftur hjá okkum. Jákup Pauli Breckmann, sum fyrr í vikuni skrivaði undir sáttmála við barndómsfelagið, kvitteraði við at skjóta okkara fyrsta mál.

Bara minuttin eftir sum var ein minutt fyri korterið javnaði Debes Danielsen. Hetta vildu vit tó ikki hava liggjandi á okkum og fýra minuttir fyri hálva tíman legði Heri Mohr okkum framum aftur.

Stóri málslúkurin í dag var Ari Mohr Olsen sum tiltuskaði sær reint hattrikk. Tríggjar og fýra minuttir eftir hálva tíman skoraði hann til tvær fer til 3 og 4-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Beint eftir tímaslagið var Ari aftur á plettinum og skoraði. Bara seks minuttir seinni sendi Daniel Johansen eitt frískpark beint í málið og løtu seinni minkaði Debes Danielsen aftur um munin til endaðiligu støðuna 6-2 til okkum.

Heilt fitt av fólkið hevði leitað sær í Gundadal. Um tað var fyri góða fótbóltin, sólina ella vaflurnar skal her vera ósagt, men undirhald fingu tey fyri hvørt oyra.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI


1. deild, 15. umfar: leygardagur 5. juni 2015 kl. 15.00 í Gundadali

HB – NSÍ 6-2 (4-1)
1-0 Jákup Pauli Breckmann 13’
1-1 Debes Danielsen 14’
2-1 Heri Mohr 26’
3-1 Ari Mohr Olsen 33’
4-1 Ari Mohr Olsen 34’
5-1 Ari Morh Olsen 63’
6-1 Daniel Johansen 69’
6-2 Debes Danielsen

Gult kort: Jákup Pauli Breckmann

Liðið: Mattias Lamhauge – Poul Thomas Dam (Jóan Magnus Dalbø 58), Tór av Skarði, Rói av Fløtum (liðsk.), Heri Mohr (Patrick Sigvardsen 53), Jákup Pauli Breckmann, Ari Mohr Olsen, Adrian Justinussen, Jákup F. Hansen (Steintór Fagradal 72), Daniel Johansen og Bárður Mittelstein

Óbrúktur eykaleikarar: Pætur Ejdesdaard og Hjalti Durhuus

Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Rúni Olsen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Georg N. Rasmussen