KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Stórsigur á suðringum

1. deild menn23-04-2017 - Jónfinn Petursson

1. deild, 5. umfar: HB – TB/FCS/Royn 6-1

Leygardagin kom samansetta liðið TB/FCS/Royn á vitjan í Gundadali. Avsmurdir blivu teir sendir suður aftur.


Longu í sætta minutti var Hjalti K. Djurhuus klárur og sendi okkum framum. Stutt fyri hálvleikin økti Daniel Johansen um leiðsluna til hálvleiksstøðuna 2-0 til okkum.

Teitur Mortensen minkaði, fýra minuttir eftir steðgin, um munin, men bara seks minuttir seinni skoraði Adrian Justinussen uppá brotsspark og fekk okkum á slóðina aftur.

Tveir minuttir eftir tímaslagið var Hans Jákup Annfinsson á rætta staðnum og skoraði til 4-1. Páll Mohr Joensen økti til 5-1 tá stórt korter var eftir, at beint fyri leiklok setti Hans Jákup punkum við sínum næsta og okkara sætta máli.

Ein góður og trivaligur sigur á gestunum er veruleiki, og okkara næstbestu hava nú rættuliga fingið fatur í rætta endanum í kappingini hjá 1. deild.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

1. deild, 5. umfar: leygardagin 22. apríl 2017 kl. 13.00 í Gundadali

HB – TB/FCS/Royn 6-1 (2-0)
1-0 Hjalti K. Djurhuus 6’
2-0 Daniel Johansen 42’
2-1 Teitur Mortensen 49’
3-1 Adrian Justinussen 54’ (br.)
4-1 Hans Jákup Annfinsson 62’
5-1 Páll Mohr Joensen 74’
6-1 Hans Jákup Annfinsson 87’

Liðið: Mattias Lamhauge – Daniel Johansen (Rói av Fløtum 46), Pætur Ejdesgaard, Hjalti K. Djurhuus, Adrian Justinussen (Páll Mohr Joensen 70), Heri H. Mohr, Jákup Pauli Breckmann, Hans Jákup Annfinsson, Ari Mohr Olsen (Tór av Skarði 70), Símun N. Samuelsen (liðsk.) og Bárður Mittelstein

Óbrúktur eykaleikari: Roðar Heðinsson

Venjari: Allan Dybczak
Hj. Venjar: Eilif Petersen

Dómari: Rúni Olsen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Georg Rasmussen