KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Stigini lógu eftir

1.lið16-05-2016 - Margit Stórá

Effodeildin, 11. umfar: KÍ – HB 1-0

Ungir, sprelskir og fullir av orku. Miðalaldurin líka undir 21 ár. Vístu góðan stríðsvilja allan dystin, men tíverri eydnaðist ikki at fáa stigini við aftur til Havnar, tí KÍ revsaði eitt bil av gáloysni.

Okkara ungu menn løgdu væl út í dystinum og stríddust mannliga gjøgnum allan fyrra hálvleikin. Fleiri góð uppspøl og onkrar góðar sendingar, sum saktans kundi havt endað við einum máli. Viðhvørt var tað bara tað síðsta sum manglaði, sjálv eksekveringin. Men hetta skal nokk koma, eingin ivi um tað. Góði stríðsviljin og dugnaligi bóltførleikin fara at ganga upp í eina hægri eind, og tá verður ikki at standa fyri.

Í hálvleikinum var málleyst, so tað var við góðum treysti leikarar kundu fara at rinda møðina og áskoðarar at hita seg við onkrum flógvum og tosa um hvat skuldi til fyri at basa vertunum. 

Var máleyst í hálvleikinum, so vóru vit málleys í somu løtu seinni hálvleikur var byrjaður. Vertirnir løgdu øgiligir fyri og broderaðu seg gjøgnum alt og allar og neyvan var farin hálvur minuttir, so høvdu teir lagt seg á odda 1-0 við einum vælspældum máli hjá Páll Klettskarð.

Hetta var sum vátur vøttur - men mest hjá áskoðarunum, tí ungu menninir hildu fram við sama treysti og árræði og vístu sítt hegni til at spæla fótbólt. Kanska eitt sindur torført móti einum liði sum dyrkar at spæla langar bóltar fram og so spæla upp á, at teir fella rætt til teir røttu. Men tað eydnaðist ikki at fáa nakað á tann húkin í dag, hóast dúgliga varð roynt og onkuntíð nær við.

Hinvegin eydnaðist heldur ikki hjá okkara monnum at skapa tær heilt vandamiklu støðurnar framman fyri hinum málinum, - hóast bæði elsti maðurin á liðnum, liðskiparin Johan Troest, hevði góðan skallara á yvirleggjaran, Bartal Wardum hevði gott skot útifrá og centimetrar við síðuna av og Teit Jacobsen mundi komið gjøgnum heilt einsamallur, men misti á stokkinum í síðstu løtu.

Tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið og sostatt komu stigini at liggja eftir har norðuri í dag.

Men eingin grund at fella í fátt. Nógvir dystir eru eftir enn og vit skulu nokk koma sterkt aftur !

Koyr á HB !

 

HAGTØLINI

Effodeildin, 11. umfar sunnudagin 16. mai 2016 kl. 15.00 við Djúpumýru

KÍ – HB 1-0 (0-0)
1-0 Páll Klettskarð 46’


Liðið: Teitur M. Gestsson – Magnus Egilsson, Jákup F. Hansen, Johan Troest Davidsen (liðsk) , Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen, Trónur Jensen, Bartal Wardum, Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen og Ari Mohr Olsen (Rói av Fløtum 86.)

Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Tóri Rasmussen og Daniel Johansen


Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Jógvan Rói Davidsen

Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Dan Højgaard
4. dómari: Petur Reinert