KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







savnsmynd/hb.fo

Steypavinnararnir koyra á

Dreingir05-09-2013 - Helgi Nielsen

Eftir steypasigurin fyrra vikuskifti hava bæði vinnaraliðini hjá okkum verið í dysti í landskappingini. Avgerðin nærkast, og bæði liðini eru við í oddastríðnum.

U16 dreingirnir spældu leygardagin móti TB/Royn á niðara vølli. Har var eingin ivi um, hvør var betra liðið, tí okkara vunnu ikki minni enn 13-0 á suðringunum.

U14 dreingirnir spældu týskvøldið móti 07 Vestur í Sandavági. Her var talan um tættan dyst, sum endaði við einum 1-0 sigri til okkara dreingir.

Komandi vikuskifti fara U16 dreingirnir til Vágs at spæla móti FC Suðuroy, meðan U14 dreingirnir taka móti KÍ á Tórsvølli.