KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Steyparisar hittast sunnudagin

1. lið03-05-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 1/4 finaluni í Løgmanssteypinum: HB - EB/Streymur

Steypaliðið mikla seinastu árini, EB/Streymur, kemur á vitjan sunnudagin, tá avgerast skal, hvør sleppur í hálvfinalurnar í ársins kapping um Løgmanssteypið.


Í fjør hittust liðini í 1/2 finalunum, og øll minnast, hvussu teir dystirnir endaðu. Var finalan ein góð reklama fyri føroyskan fótbólt, vóru hálvfinalurnar okkara millum tað ikki minni.

Ein sonn uppliving av reinum álopsfótbólti ið skolaði oman og niðan. Tíverri spældu vit við høvdinum undir arminum í fyrru hálvfinaluni og minstu alt á gólvið til endans. Hinvegin vunnu vit ein næstan líka trivaligan sigur í Gundadali.

Í ár er støðan tó eitt sindur øðrvísið. Í fyrsta landskappingardysti okkara millum í ár vístu vit gott og sannførandi spæl, samstundis sum lið okkara er ein sera sterk eind.

Gestirnir, ið bara hava víst ein brøkpart av frálíka FM-spælinum frá í fjør, fingu í seinasta umfari góðan sigur á uppflytarunum av Argjum. Men merkisverkt er tað, at sigrarnir higartil eru tveir og báðir móti uppflytarunum.

Dysturin sunnudagin er tó ein nýggj uppgáva, og talan er um steypadyst, so alt kann henda. Tað mugu vit eisini hava í huga, tá vit fara á vøllin. Tí um nakað lið seinastu árini hevur megnað at fáa tað rætta fram í avgerandi løtunum, hevur tað júst verið EB/Streymur.

Ansa vit eftir og halda góðu gongdini koyrandi, eigur tað at røkka langt, eisini sunnudagin. Vit gleða okkum og ynskja øllum vælkomnum í Gundadal, okkara leikvøll.

Koyr á, HB!!!

Allar 1/4 finalurnar eru hesar:

0505 Víkingur - FC Suðuroy
0505 HB - EB/Streymur
0505 Skála - NSÍ
0505 KÍ - ÍF