KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Steypaliðið mikla seinnu árini er næst á skránni

1. lið15-04-2013 - Jónfinn Petursson

Løgmanssteypið, lutakast


Lutakast, um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, hevur júst verið í 3-2 sendingini hjá KVF. Vit fáa okkum rættiliga royndan, tá steypaliðið mikla seinnu árini, EB/Streymur, 5. mai kemur á vitjan í Gundadali.


Ein onnur risauppgerð verður í hesum umfarinum. Hon verður við Djúpumýrar, har KÍ tekur ímóti ÍF. Hinvegin hava NSÍ og Víkingur fingið munandi lættari uppgávu. Runavíkingar skulu leika móti Skála, meðan Víkingur fær vitjan av hinum 1. deildarliðnum, ið enn eru eftir í kappingini, FC Suðuroy.

Spennandi verður nú at síggja, hvussu leikur fer, men helst verða bara Effodeildarlið eftir, tá hálvfinalurnar skulu mannast.