KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Steypafinalistarnir vitja í Gundadali

1. lið09-08-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 19. umfari í Effodeildini: HB - Víkingur

Víkingur hevur fingið vind í seglini aftur, og eftir eina katastrofala gongd í Effodeildini, sum millum annað hevði við sær stórtap móti okkum í 15. umfar, hava teir fingið fatur í endanum aftur og megnað at venda keðiligu gongdini.

Staðfestingin av hesum varð javnleikurin á Svangaskarði í seinnu hálvfinaluni um Løgmanssteypið. Hetta ber við sær, at vit aftur í ár síggja EB/Streym og dagsins gestir í steypafinaluni.

Eftir at Sigríður Clementsen hevur sett seg á venjarabeinkin, hevur pílurin hjá Víkingin avgjørt peikað uppeftir. Samstundis mugu vit minnast til, at fundamentið jú var lagt av Jógvani Martin Olsen, sum í fleiri ár hevur verið ein sannur mentor fyri fótbóltin í Gøtu/Leirvík.

Vit trumlaðu víðari í seinasta umfar, og hesuferð gekk tað út yvir TB, ið fekk ein rættiligan lúsing á heimaborgini við Stórá. Har var bara einki at gera, og eingin fingur kann setast á 5-1 stórsigur okkara.

Nú nærkast vit tí spennandi partinum av kappingini, og tí er enn meira umráðandi at hava føturnar plantaðar væl á jørðini.

Víkingur er altíð ein stórur gloypibiti, men hinvegin skal bitin svølgjast, er neyðugt at tyggja væl. Tað hava vit gjørt higartil, og halda vit okkum til grundleggjandi uppskriftina, fáa vit eisini henda bitan niður.

Vit gleða okkum almikið til spennandi dystin, sum verður leiktur sunnudagin kl. 15.00, og fara ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Koyr á, HB!!!


Allir dystirnir í 19. umfari eru hesir:

1008 KÍ – ÍF
1108 HB – Víkingur
1108 07 Vestur – B36
1108 EB/Streymur – TB
1108 NSÍ - AB