KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnur07-09-2017 - Jónfinn Petursson

Undan steypafinaluni 2017

Um vikuskiftið eru steypafinalurnar hjá kvinnunum á skránni, og leygardagin kl. 17.30 bresta næst- og triðbesta liðið í kvinnudeildini saman á Tórsvølli.


EB/Streymur/Skála hevur havt takið á okkara kvinnum undanfarnu árini, og tær hava eisini verið einasti avbjóðarin hjá fleirfaldu FM-vinnarunum úr KÍ seinastu árini.

Men hóast vit hava tapt allar fýra dystirnar í landskappingini fyri EB/Streymi/Skála í ár, hava flestu tapini verið tepur.

Hetta er okkara triðja finala seinastu fýra árini, og hinar báðar, ið vóru móti KÍ, vóru javnar og spennandi og kundu farið báðar vegir. Seinast HB vann steypakappingina var í 2001.

Spennandi verður tí at siggja, hvussu okkara venjarar og leikarar hava sett seg upp til stóru og torføru uppgávuna.

Væntandi fer kvinna og maður í stórum tali av húsi leygardagin at síggja finaluna millum HB og EB/Streym/Skála.

Vit vónandi sjálvandi at fáa ein undirhaldandi finalu enn einaferð, og at okkara lið stjelur yvirskriftirnar, men ynskja annars øllum ein góðan dyst og liðunum báðum bestu eydnu.


Góðan dyst, og koyr á, HB!!!!


Finalurnar hetta vikuskiftið eru hesar:

Fríggjadagin 8. september:
Mótasteypið - gentur 17

B68 - EB/Streymur

Leygardagin 9. september:
Eilif Arge steypið - gentur 14

07 Vestur - AB/B71

Steypafinalan kvinnur:
HB - EB/Streymur/Skála