KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Tríggjar HB-kempur: Lív, Heidi og Liljan. Mynd: Rakul Hansen/hb.fo.

Søguligur landsdystur á Tórsvølli

Kvinnur24-09-2013 - Jónfinn Petursson

Føroysku kvinnurnar vóru á fyrsta sinni í landsdysti í bólkaspælinum um at spæla seg víðari til endaspæl í meistarakapping. Hesuferð er talan um HM-endaspæl.


Hóast trivaligan stórsigur til Skotland, sum í løtuni liggur á 20. plássi á styrkilistanum, fingu vit so hvørt fatur í rætta endanum, og seinni hálvleikur endaði við fittligum 2-2 javnleiki.

Hjá okkum var stuttligt at staðfesta, at pláss var fyri Liljan av Fløtum Petersen og Heidi Sevdal frá byrjan, eins og Milja R. Simonsen, Lív F. Arge og Elin Maria Isaksen eisini vóru við í hópinum. Lív kom inn um miðjan seinna hálvleik.

Serliga hugaligt var, at Heidi Sevdal, so at siga einasmøll, megnaði at skora bæði føroysku málini. Øll vita vit, at hon er kvik, hevur góðan teknik, dugir væl at renna seg í góðar støður, og so skjýtur hon eins væl við vinstra sum høgra beini.

Kvinnurnar skulu í eldin aftur longu komandi hósdag, tá næsti dystur okkara í bólkaspælinum er á skránni. Tá tekur Póllandi í móti.

Hetta var so fyrsta roynd okkara í kapping á hesum støðinum, og hóast vit fingu ein lítlan sekk, er hetta bara fínasta slag, og nú skulu vit ikki hyggja aftur um aftur.


Koyr á, FØROYAR !!!!


Myndir: Rakul Hansen