KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







So taptu vit

1. lið28-04-2016 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 8. umfar: B36 – HB 3-2

Aftaná ein undirhaldandi og lívligan dyst mugu vit staðfesta, at vit ikki longur eru ósigraðir í Effodeildini. Vit høvdu annars fult tamarhald á líka til síðsta hálva tíman, tá vit lótu grannarnar yvirtaka dystin aftur, og so gekk galið.

Venjararnir høvdu valt at broyta liðið hesuferð, og bæði Pál og Magnus byrjaðu á bonkinum, meðan Ari slett ikki var við í dag. Tað tóktist eisini merkja liðið nakað í byrjanini av dystinum, tí grannarnir vóru betur fyrstu løtuna, men so við og við komu vit inn í dystin. Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar fyrsta korterið, men í 16. minutti kom fyrsta málið. Grannarnir hava horna, og brádliga fær Hørður fatur á bóltinum, og við rygginum móti málinum fær hann plasera eitt gott skot uttarlaga í málið til 1-0.

Málið fekk av álvara futt í okkara menn, sum nú byrjaðu at trýsta og fingu flutt mest sum alt spælið niðan á ovaru hálvuna. Í 22. minutti driblar Christian væl og leggur eina góða avlevering út í hornið til Jógvan Róa, sum smekkar væl innfyri, har Øssur fær fótin á og stýrir bóltin í netið til 1-1. Bara 2 minuttir seinni er tað Øssur sum leggur ein bólt til Jógvan Róa. Heilt úti við baklinjuna fær Jógvan Rói fatur á bóltinum og sendir hann út frá til Teit, sum við einum flottum skoti smekkar bóltin í handara málhorn til 1-2.

Nú vóru vit væl og virðiliga omaná, og tað var rárasta hending, at grannarnir hóttu málið hjá Teiti. Tað hendi ikki tað heilt stóra, tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, men nakrar minuttir inn í seinna hálvleik hevði Cislewich eitt gott skot á mál, men Teitur vardi væl. Framvegis gekk tað mesta fyri seg uppá okkara treytir, men vit komu tó ikki til teir heilt stóru møguleikarnar, tó at tað manglaði lítið í nakrar ferðir. Dagsins maður, Teit Jacobsen, driblaði væl innum verjuna, men tíverri kom ein tá fyri avleveringina útfrá, og so spurdist einki burturúr.

Tá áleið ein tími var farin broyttist alt. Liðið broyttist og brádliga mistu vit takið á dystinum. Nú var einki trýst á mótstøðuleikarnar, og tá vit høvdu bóltin, mistu vit hann skjótt aftur. Stutt sagt stemplaðu vit út, og grannarnir stemplaðu inn. Teir komu til fleiri góðar møguleikar, men vit fingu vart fyri tí mesta. Í 73. minutti hava teir fríspark einar 25 metrar frá málinum. Tað endar við einum skoti á stongina, men bólturin trillaði eftir strikuni, men tíverri vóru okkara ikki nóg skjótir at rudda burtur, og so var Høgni Eysturoy klárur og smekkaði bóltin í málið til 2-2. Bara 2 minuttir seinni var aftur gali. Grannarnir hava bóltin í vinstru síðu og við eini góðari avlevering gerst sami Høgni fullkomuliga leysur og setir bóltin trygt í málið til 3-2. Lítið sannførandi verjuspæl frá okkara síðu, og nú høvdu vit spælt okkum dystin av hondum uppá 2 minuttir.

Vit royndu nú at svara aftur, men tað var ikki sannførandi. Tættast við vóru vit í 84. minutti, tá eitt gott innlegg kemur innfyri. Poul fær akkurát krúllin á, men tað var ikki nóg mikið, og bólturin fór út. Magnus kom aftanfyri Poul, og var helst í betri støðu, men hevur nokk ikki rópt nóg hart í øllum rokinum. Tað var einasta royndin, vit høvdu at fáa javna. Beint fyri dystarlok gjørdist Jógvan Skeel leysur, og heldur enn at lata hann sleppa, valdi Jóhan at steðga honum ólógliga, og so fekk hann sítt seinna gula og harvið reytt. Dysturin var avgjørdur, men nú fingu vit so eina óneyðuga karantenu omaná.

Vit høvdu fult tamarhald á dystinum og áttu at bundið posabandið fyri, tá møguleikin var har. Tað gjørdu vit ikki, og so endaði tað sum tað gjørdi. Sigurin til grannarnar var ikki uppiborin, men við vánaliga avrikinum síðsta hálva tíman høvdu vit heldur ikki uppiborið hann. Ein javnleikur hevði helst verið meira rættvíst, men tað leggja grannarnir nokk líka í. 

Teir sum hava ábyrgdina á liðnum, vita helst hvat skeivt varð gjørt, og hvat skal rættast til næsta dyst. Tað verður í Fuglafirði sunnudagin.


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 8. umfar hósdagin 28. apíl 2016 kl. 18.00 í Gundadali

B36 – HB 3-2 (1-2)
1-0 Hørður Askham 16’
1-1 Øssur Dalbúð 22'
1-2 Teit Jacobsen 24'
2-2 Høgni Eysturoy 72'
3-2 Høgni Eysturoy 74'

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Bartal Wardum , Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen (Símun Hansen 80), Christian R. Mouritsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Teit Jacobsen (Magnus Egilsson 75)  Fróði Benjaminsen og Øssur Dalbúð (Poul Ingason 60)

Óbrúktur eykaleikarar: Niklas Thomsen og Pál Mohr Joensen 

Gult kort: Christian R. Mouritsen
Reyð kort: Jóhan Troest Davidsen (2 gul)

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen
Dagsins maður: Teit Jacobsen

Dómari: Lars Muller
Hjálpardómarar: eingin dómaraseðil
4. dómari: 

Myndir: Rakul Hansen