KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

So gongur leiðin til Sørvágs

1. lið02-06-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 11. umfari í Effodeildini: 07 Vestur – HB

Nú eru vit komin runt og eru byrjað uppá annan triðing av Effodeildini. Leygardagin gongur leiðin so til Sørvágs har 07 Vestur tekur ímóti á Dungasandi.


Vágamenn hava fingið oyruni í maskinuna seinastu dystirnar og hóast tepra ósigurin við Djúpumýrar seinast, hava teir áðrenn lagt rygg til tvinni stórtap móti NSÍ og B36.

Nú skal skil komá á, og tí er vitjanin av HB helst dagur í viku í so máta. Nýggja graslíkið skal eisini takast í nýtslu og helst verður tí lagt nógv fyri.

Vit spældu ein fínan dyst móti sera veikari móstøðu seinast tá ÍF var á vitjan í Gundadali og vunnu loksins ein greiðan 4-2 sigur.

Serliga djarva avgerðin hjá Sigfríða og Rasmusi, at loyva fleiri av okkara ungu monnunum framat, var sera væl móttikin og tí kendist sigurin enn søtari.

Men, dysturin leygardagin kl. 17.00 er so ein heilt annar, og skulu vit fáa nakað burturúr torføru uppgávuni, má hon takast við sama álvara og ágrýtni sum seinast.

Vit gleða okkum og fara helst at fylla Stuðlabussin til góðan túr til Sørvágs.


Góðan dyst og koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 11. umfari eru hesir:

0206 Skála – KÍ
0306 B36 – Víkingur
0306 07 Vestur – HB
0306 ÍF – TB/FCS/Royn