KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

So er klárt til undankapping

Landslið11-04-2017 - Jónfinn Petursson

HM undankapping: Føroyar – Turkaland 2-1

Kvinnurnar hava framt bragdið. Við at spæla seg víðari til undankappingina hava kvinnurnar eisini skrivað seg í søgubøkurnar.


Longu eftir flotta sigurin móti Luksemburg vóru vit, uttanfyri vøllin, seld. Flott og áræðið álopsspæl samansett við einum heilt einastandandi stríðsvilja og evni til ikki at geva upp.

Eins og ímóti Montenegro, máttu vit djútp í stríðsposan. Gestirnir komu framum tá Melika Pekal, efitr eitt gott fríspark, koma at standa púra leys og kundi bara beina bóltin í málið.

Vit settu knyklar í brýr og smoygdu upp ermar, og smátt um smátt komu vit við aftur. Rannvá Andreasen javnaði, beint eftir hálva tíman, við sera snildisligum skotið ímóti handaru stong.

Kanska blivu gestirnir tiknir eitt sindur á bóli av okkara stíðsvilja og kontanta spælistíli. Ein tílík støða endaði við máli til okkum.

Turkar vildu helst hava steðg í dystin tí ein teirra var dottin, men dómarin vildi ikki finna seg í tílíkum, men loyvdi okkum at spæla víðari.

Endin er at bóltin kemur fram til Milju R. Simonsen. Hon ger ikki mætari enn at sleppa sær framvið málverjanum og trillar bóltin í tóma málið.

Løtu seinni átti Rannvá Andreasen at punktera dystin, tá vit fingu brotsspark. Tíverri fór skotið yvir málið og vit máttu sita á pínubonkinum eina langa løtu afturat.

Men, gestirnir megnaðu ikki at gera nakað við okkara jarn kvinnur, og loksins endaði hesin spennandi dysturin við 2-1 sigri til okkum og víðari ferð í HM-undankappingini.

Orð kunnu ikki greiða frá gleðini og stoltleikanum av hesum flott og frálíka avrikið, og vit kunnu bara bukka, takka fyri gott undirhald og hjartaliga til lukku við einastandandi bragdinum.


Koyr á, Føroyar !!!!


HAGTØLINI

HM undankapping: týsdagin 11. apríl 2017 kl. 13.00 á Tórsvølli

Føroyar – Turkaland 2-1 (1-1)
0-1 Melike Pekal 17’
1-1 Rannvá Andeasen 36’
2-1 Milja R. Simonsen 64’

Liðið: Anna Hansen – Birita Nielsen, Birna T. Johannsen, Lív F. Arge, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (Milja R. Simonsen 60), Eyðvør Klakstein (Sarita Maria Mittfoss 90), Rannvá Andreasen (liðsk.) (Elisabeth Vang 76), Olga Kristina Hansen, Maria Thomsen og Ansy Sevdal

Óbrúktir eykaleikarar: Monika Biskopstøð – Súsanna Maria Hansen, Sigrun Kristiansen og Kristina Akursmørk

Gult kort: Heidi Sevdal og Ansy Sevdal

Venjari: Pætur S. Clementsen
Hjálparvenjari: John Petersen

Dómari: Ester Urban (SVK)
Hjálpardómarar:
Katalin Török (UNG) og Ivana Lesková (SVK)
4. dómari:
Petra Chudá (SVK)