KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Skála vil halda fram við góðu gongdini

1. lið17-03-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 2. umfari í Effodeildini: Skála – HB

Næsti dystur í ársins Effodeild er á skránni sunnudagin, tá skálamenn taka ímóti undir Mýruhjalla. Dysturin er framskundaður til kl. 14.00


Eins og í fjør fara HB-stuðlar, við góðari hjálp frá øðrum góðum stuðlum, at skipa so fyri, at vit fjepparar sleppa ókeypis til dystirnar útí á bygd, har koyrandi er. 

Bussurin fer av vanliga staðnum kl. 12.30 sunnudagin. Hetta er við steðgiplássið við omankoyringina frá høllini á Hálsi, beint yvir av Magnstøðini á ringvegnum. Heimaftur verður farið beint eftir dystarlok og ikki er neyðugt at melda seg til, men bara at møta upp í góðari tíð.

Skála tekur ímóti sunnudagin, og helst eru teir eins væl nøgdir, og vit, við byrjanina. Ein góður javnleikur við Djúpumýru móti FM-kandidatunum úr KÍ, eigur at kennast meira enn ein hálvur sigur.

Skála hevur styrkt seg væl upp undir kappingarbyrjan, og saman tvinnað við góðum lokalum kreftum, eiga teir nú at hyggja meira upp eftir enn niður.

Vit komu væl frá landi í dystinum móti einum góðum 07 Vestur liði, ið til tíðir, gav okkum skarpan gang.

Okkara nýggju leikarar eru við at finna fótafesti, og allir komu sera væl frá uppgávuni sunnudagin.

Gleðiligt var eisini at síggja stóru mannfjøldina ið hevði leita sær í Gundadal til árins fyrsta dyst. Væntandi fara fleiri at nýta høvið at koma vit inn á Skála sunnudagin.

Vit gleða okkum og fara at gera okkara at hjálpa okkara monnum fram áleið.


Góðan dyst og Koyr á, HB !!!


Allir dystirnir í 2. umfari eru hesir:

1903 ÍF – EB/Streymur
1903 NSÍ – Víkingur
1903 Skála – HB
1903 B36 – KÍ
1903 07 Vestur – TB/FCS/Royn