KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Skála skal úr botninum

1. lið17-06-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 13. umfari í Effodeildini: HB – Skála

Skálamenn vitja sunnudagin og hava higartil bara vunnið tann eina dystin. Hinvegin duga teir væl at spæla javnleik.


Helst eru fótbóltsfólkini á Skála ikki heilt nøgd við gongdina higartil í ársins Effodeild. Undan kappingini vórðu gestirnir spáddir at blíva jaliga íkastið í ár, men tann spádómurin hevur, tíverri fyri Skála, ikki hildið.

Ein sigur, sjey javnleikir og fýra tap hava við sær, at gestirnir liggja næstniðast. Men munurin uppeftir er lítil, og eitt gott úrslit sunnudagin vil prýða nógv.

Vit spæla eisini ofta janvleik. Men hóast vit spældu javnt móti grannunum seinast, hava undanfarnu dystirnir víst, at pílurin hjá okkum aftur peikar uppeftir.

Hesa alduna mugu vit ríða á, og við allari virðing fyri Skála annars eiga vit at vinna sunnudagin og tí seta trý stig afturat á kontuna.

Vit gleða okkum til dystin sunnudagin kl. 15.00 og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og koyr á, HB!!!!


Allir dystirnir í 13. umfari eru hesir:

1806 KÍ – B36
1806 TB/FCS/Royn – 07 Vestur
1806 Víkingur – NSÍ
1806 HB – Skála
1806 ÍF – EB/Streymur


Mynd: Rakul Hansen