KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Skála sigraði í Gundadali

1. deild menn06-04-2013 - Jónfinn Petursson
1. deild menn (4): HB - Skála 3-4

2. lið okkara hevði í dag vitjan av Skála, sum í fjør vóru sera nær við at flyta upp í Effodeildina, men sum mistu uppflytingina í seinastu umførunum.


Okkara menn í næstbestu deildini hava fingið eina fína byrjan uppá kappingina við sannførandi sigrum á B36 og Víkingi. Síðsta dyst í Vági taptu okkara tó 2-1 móti FC Suðuroy, og í dag eydnaðist so Skála at vinna 4-3 á okkum í Gundadali.

Skálamenn byrjaðu dystin nógv betri enn okkara og høvdu einar 3 heilt góðar møguleikar at leggja seg á odda. Teir fingu tó ikki úrtøku burturúr møguleikunum, og í staðin byrjaðu okkara so smátt at koma inn í dystin, sum hálvleikurin leið. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur.

Seinni hálvleikur var ikki gamal, tá HB kemur á odda. Jákup Slættalíð sendir ein langan bólt fram í vinstru síðu til Magnus Egilsson. Magnus sendir eitt perfekt innlegg inn fyri til Jógvan Skeel, sum setir bóltin trygt í málið til 1-0. Henda støðan helt sær einar 20 minuttir, tá skálamenn brádliga koma í góða støðu frammanfyri HB málinum. Teir skjóta móti málinum, bólturin rakar eitt HB bein á vegnum og snýtir málmannin, og so var javnleikur 1-1.

Henda støðan helt sær nakrar minuttir, men so gjørdist stutt millum málini. Frá 79. - 89. minutti komu 5 mál. Fyrst skoraðu Skála til 1-2 og 1-3, áðrenn Skeel við sínum seinna máli minkaði um munin. Løtu seinni skoraðu skálamenn til 2-4, men Jákup Slættalíð minkaði aftur um munin við góðum skallara stutt aftaná. 89. minuttir leiktir og 4-3 til Skála. 

Okkara løgdu nógv fyri til tess at fáa um ikki annað ein javnleik, men alt til fánýtis. Sostatt drógu skálamenn longra stráði í dag, og tað fegnaðust teir stórliga um.

Næsti dystur hjá okkara monnum er heima mikudagin 17. apríl móti EB/Streymi. Koyr á, HB! 


Myndir: Rakul Hansen/HB