KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Skála hevur gott tak á okkum

1. lið13-10-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 26. umfari í Effodeildini: Skála – HB

Næstseinasta umfar í ársins Effodeild verður avgreitt um vikusskiftið. Vit skulu inn á Skála, har menninir hjá Paula taka ímóti undir Mýruhjalla.


Eins og fleiri av teimum “niðaru” liðunum hevur Skála verið ein sannur kleppur um beinið hjá okkum í ár.
Eitt stig er tað vorðið til higartil, og serliga ósigurin í Gundadali kendist rættiliga svárur. Eins og móti sundalagsmonnum seinast komu vit framum, men megnaðu ikki at halda tætt.

Tískil kunnu vit bara fegnast um, at úrtøkan móti toppliðunum hevur verið so góð. Annars hevði ikki sæð gott út.

Skálamenn hava bjargað sær effotilveruna, og árið man vera góðkennt, hóast teir helst høvdu viljað ligið eitt sindur longri uppi á stigatalvuni. Komandi ár verður talan helst um at byggja upp á spakuliga og leggja klípi afturat varðanum.

Okkara menn vóru annars í einum góðum stima, men troyttandi og óbrúkiligi ósigurin móti EB/Streymi setti okkum aftur við fleiri fetum og hevur heldur ikki gjørt lívið tá okkara venjarum lættari.

Spennandi verður tó at síggja, hvussu leikur fer á Skála, og helst fara fleiri at leita sær í ókeypis Stuðlabussin sunnudagin.


Góðan dyst og KOYR Á, HB!!!!


Allir dystirnir í 26. umfari eru hesir:

1510 NSÍ – Víkingur
1510 Skála – HB
1510 B36 – KÍ
1510 07 Vestur – TB/FCS/Royn
1510 EB/Streymur - ÍF


Mynd: Rakul Hansen