KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Á myndini frá vinstru: Rebekka Benbakoura, Lea Hansen og Vár Dam. Mynd: Finnbogi Arge.

Sigur og ósigur til U14 gentur

Gentur05-06-2013 - Jónfinn Petursson

U14 genturnar, sum Ríkin N. Djurhuus venur, leiktu leygardagin tveir dystir á niðara vølli. Úrtøkan var ein sigur og ein ósigur.


Tann fyrri dysturin gekk sera væl, genturnar vunnu sannførandi 6-0 á B71. Lea Hansen skoraði hattrikk, meðan Rebekka Benbakoura og Magna Tórðardóttir skutu hvør sítt mál.

Seinni dysturin var móti B36. B36 legði seg á odda 1-0, men Rebekka Benkoura fekk javnað. Eina løtu sá tað út, sum at okkara fingu tamarhald á dystinum, men grannarnir sunnanfyri vildu tað øðrvísi, og tá seinni hálvleikur var av, høvdu tær hálað ein 3-1 sigurin í hús.

Hesar vóru á okkara liði: Ninna Hansen, Lea Hansen, Rebekka Benbakoura, Maria Simonsen, Anja Petersen, Vár Dam,Sanna Olsen, Poula Andreasen, Emma Stórá og Magna Tórðardóttir