KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Síðsti møguleiki hjá KÍ at koppa javnaldranum

1. lið16-08-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 20. umfari í Effodeildini: KÍ - HB

Samstundis sum Ovastevna er í Nólsoy, halda norðoyingar Sjómannadagar í Klaksvík hesar dagarnar. Ein av attraktiónunum verður gamli klassikarin millum KÍ og HB.


Undanfarna vikuskiftið var eisini rok í Klaksvík, tá Summarfestivalurin var á skránni. Tá spældu vertirnir móti næsta liðinum í Effodeildini, ÍF. Í evstu løtu bjargaði Páll Klettskarð annað stigið og harvið góða lagnum á Summarfestivalinum.

Vit taptu í seinasta umfari, tá Víkingur var á vitjan í Gundadali. Hetta er støða, vit ikki eru so von við í ár, men hinvegin ein veruleiki vit mugu fyrihalda okkum til. Tí er hetta kærkomin møguleiki at seta tingini uppá pláss aftur.

Vit hava vunnið báðar undanfarnu dystirnar móti KÍ, og hóast tað í løtum stóð á gomlum nøglum í Klaksvík seinast, vunnu vit ein góðan sigur har norðuri. Í Havn var eingin ivi um okkara greiða sigur. Tí verður hetta seinasti møguleiki hjá KÍ at gera nakað við okkum í ár.

Vit gleða okkum almikið til dystin sunnudagin, og helst fara fleiri okkara at nýta høvið at koma við norður. Bussurin koyrir, og meira kann lesast um hetta á framsíðuni.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 20. umfari eru hesir:

1808 Víkingur – 07 Vestur
1808 TB – ÍF
1808 NSÍ – EB/Streymur
1808 KÍ – HB
1808 B36 - AB