KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Málmansvenjingin var í tryggum hondum.

Sera væleyðnaður fótbóltsskúli

Ymiskt02-07-2013 - Jónfinn Petursson

Í farna vikuskifti, fríggjadagin 28. og leygardagin 29. juni vóru 275 glaðir og spentir ungdómar og børn, møtt til fótbóltsskúla í Gundadali.


Til at halda skil á øllum hesum ágrýtnu ungu fótbóltsskúla-næmingunum, høvdu um 50 fólk bjóða seg fram. Venjarar, leiðarar og hjálparfólk annars høvdu hendurnar fullar allar dagarnar.

Aftaná tiltakið fingu luttakararnir eitt heiðursprógvu um luttøkuna, umframt at hava vant fótbólt og hugna sær við javnaldurm og javnlíkum í tveir frálíkar dagar.

Veðrið var til vildar og frá samskiparanum av tiltakinum, Milan Chimburovic, frættist at alt gekk sum eftir ánni. Samstundis skulu vit minnast at takka øllum ið hjálptu til og ikki minst takka øllum luttakarunum fyri góðan áhuga og fyrimyndarligan frambur.

Vónandi fer hetta góða tiltakið at sita væl goymt í minninum á øllum ið luttóku, hjálptu og annars gjørdu dagarnar til nakað heilt serligt.



Myndir: Milan Chimburovic & Rakul Hansen