KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Seinasta grannauppgerðin í ár

1. lið29-08-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 21. umfari í Effodeildini: HB – B36

Seinasta grannauppgerðin millum HB og B36 er á skránni leygardagin tá 21. umfar í Effodeildini verður leikt. Higartil hevur hvørgin megnað at vunnið, men pílurin hjá gestunum peikar loddrættari enn okkara.


August hevur verið ein góður mánaði hjá B36. Maksimum stig í trimum dystum er úrtøkan, og henda tendensin hava teir ikki verið vanir við í sunnara endanum av Gundadali.

Ikki tí, fyrstu ellivu hjá gestunum er líka góðir sum hjá nøkrum øðrum liði í deildini, og stóru nøvnini í álopspartinum eiga at fáa fleiri verjuleikarar í landinum at kukka í buks.

Vit hava haltað eitt sindur í undanfarnu umfarunum. NSÍ fekk smekk á Ólavsøku, men síðan taptu við okkara næsta dyst móti Víkingur. At dysturin við Djúpumýru endaði við javnleiki sást ikki í hálvleikinum tá vit alvorliga høvdu oyruni í maskinuni.

At vit so megnaðu at venda, eisini hesum dystinum, vísur tó at okkara menn hava ein serligan eginleika ið oftast eyðkeynnir toppliðið. ”Never say die”.

Hesum og nógvum afturat hava vit brúk fyri leygardagin tá B36 stendur hinu megin miðuna og bíðar eftir møguleikanum at benda okkum afturav.

Vit gleða okkum almikið til spennandi dystin sum verður leiktur leygardagin kl. 18.00 og fara ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Koyr á, HB!!!


Allir dystirnir í 21. umfari eru hesir:

3008 Víkingur – NSÍ
3108 ÍF – AB
3108 KÍ – TB
3108 EB/Streymur – 07 Vestur
3108 HB – B36