KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Sannførandi sigur á aldursforsetanum

1. lið07-08-2016 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 19. umfar: HB – TB 4-1

Eftir sannførandi sigurin á aldursforsetanum kunnu vit við gleði notera okkum, at vit nú hava vunnið fimm dystir í slag: fýra í Gundadali og ein á Argjum.

Fortreytirnar hjá gestunum vóru ikki tær allar bestu, og eitt nú kundu teir ikki brúka leigusveinarnar báðar frá okkum. Harafturat var onkur skaði og leikbann eisini galdandi. Hinvegin høvdu vit eisini okkurt leikbann.

Longu í fyrsta minuttinum sóu vit, hvat okkara menn ætlaðu sær. At herja á og spæla jaligt og frameftir. Hóast vit bara fingu tað eina málið, tá Øssur Dalbúð beindi bóltin í málið eftir gott uppspæl eitt nú frá Róki, vóru møguleikar til fimm, seks afturat.

Ein blandingur av inneffektiviteti og góðum málmansspæli gjørdi, at gestirnir bara vóru aftan fyri við tí eina málinum í hálvleikinum,

Eitt nú var dagsins maður, Christian R. Mouritsen, sera eyðsýndur í dag, og álopini skolaðu oman eftir okkara høgru síðu.

Men 1-0 í hálvleikinum, og dysturin var tískil púra opin, tá finski gestadómarin, Kalle Mäkinen, setti gongd í seinna hálvleik.

Tað, vit ikki fingu í fyrra hálvleiki, fingu vit so tíbetur í seinna: mál! Beint fyri tímaslagið sendi Christian, Jógvan Róa avstað, og góða innleggið varð møtt av Ara Mohr Olsen. Ungi frálíki framherjin sendi góða bóltin í málið og okkum á sigurskós.

Tjúgu minuttir fyri leiklok var Pál á blettinum, tá Christian enn einaferð serveraði ein møguleika á einum fati. Deiligt mál til Pál, ið hevur havt sítt at stríðast við.

Øssur Dalbúð, ið byrjaði ballið slapp eisini at enda við máli tíggju minuttir fyri leiklok. Eitt gott kontraálop endar við, at Pál spælir Øssur frían, og áleypari okkara er ísakaldur og sendur bóltin í netið.

Albert Adu, sum var ein sannur einmansherur hjá TB, tiltuskaði sær eitt brotsspark, og hetta umsetti hann sjálvur til mál, tá fýra minuttir vóru eftir at leika.

Meira hendi ikki, og tí kundu okkara leikarar lata seg heiðra eftir ein góðan og sannførandi sigur á TB í Gundadali.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 19. umfar sunnudagin 7. august 2015 kl. 17.30 í Gundadali

HB – TB 4-1 (1-0)
1-0 Øssur Dalbúð 14’
2-0 Ari Mohr Olsen 59’
3-0 Pál Mohr Joensen 70’
4-0 Øssur Dalbúð 80’
4-1 Albert Adu 87’ (br.)

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Christian R. Mouritsen, Magnus Egilsson (Pál Mohr Joensen 58), Rókur av Fløtum Jespersen (Bartal Wardum 66), Teit Jacobsen (Daniel Johansen 83), Øssur Dalbúð og Ari Mohr Olsen

Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen og Tóri Rasmussen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Christian R. Mouritsen

Dómari: Kalle Mäkinen (FIN)
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Olli Jantunen (FIN)
4. dómari: Rúni Gaardbo

Myndir: Rakul Hansen