KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Páskahátíðin verið okkum góð í ár

1. lið01-04-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin (4): ÍF - HB 0-2

Páskahátíðin hevur verið góð við okkum í ár. Eftir sannførandi sigurin á FM-vinnarunum skírisdag stóðu varameistararnir klárir í Fløtugerði. Dagsins dystur minti nógv um seinasta umfar, og smátt um smátt settu vit okkum á dystin. Brotssparkið, ið Símun umsetti til mál beint eftir tímaslagið, gav okkum neyðuga sjávlsálitið at koyra dystin heim. At dagsins maður, Kristin R. Mouritsen, so diskaði upp við einum reinum "flying-header", var bara mjólkin í góða kaffið.


Deiligt veður var í Fløtugerði, og hóast várlýkkan ikki hevur fingið yvirtakið enn, var løtan bæði fjálg og góð. Nógv fólk høvdu leitað sær til Fuglafjarðar, og við sangi og áhaldandi rakstararrópum vunnu vit eisini dystin uttanfyri síðulinjuna.

Fyrstu løtuna vóru vit omaná og longu beinanvegin máttu vertirnir bjarga einari vandastøðu á mállinjuni. Ikki tí, Ari Ellingsgaard var eisini nær við, við frálíkum langskotið lítla løtu seinni. Ari var góður og royndi seg fleiri ferð við góðum langskotum.

Tá eitt korter var leikt kom Clayton Soares í sera góða støðu eftir beinleiðis ÍF álop, men so løgið tað kann ljóða, sendi brasiliumaðurin bóltin framvið málinum.

Øssur Dalbú var eisini væl við og hann hevði ein góðan skallara sum tíbetur fór beint yvir. ÍF tók yvir eftir okkara fyrsta trýst og restin av fyrra hálvleiki var kanska meira óruddiligur.

Um miðjan hálvleikin kom Kristin í sera góða støðu men verjan trýsti hann so mikið, at skotið fór væl við síðuna av. Andrew og Símun komu eisini fram til møguleikar, men báðar royndirnar vóru beint á Jákup Mikkelsen.

Um miðjan fyrra hálvleik mátti Alex José dos Santos fara av vølli við skaða. Inn fyri hann kom Pál Mohr Joensen. Hóast hesa útskifting, viknaðu vit ikki í vinstru síðu, kanska heldur hinvegin og Pál helt fram har hann slepti móti EB/Streymi.

Jógvan Rói kom akkkurát fyri tá enn eitt gott álop mundi komið heilt inn til Clayton. Andrew royndi seg løtu seinni við góðum langskoti, men hetta fór beint yvir málið.

Stutt eftir byrjan av seinna hálvleiki høvdu vertirnir aftur ein góðan møguleika, men onkursvegna kom Teitur fyri eftir vandamikið fríspark varð sent inn í okkara brotsteig.

Kristin, sum var sera eyðsýndur í dag, kom í góða støðu nakað fyri tímaslagið, men Jákup bjargaði meistarliga góða skotinum til horna.

Tá stórur tími var leiktur bríkslaði Dagfinn Forná fyri brotssparki eftir at Fróði varð feldur í góðari skotstøðu. Símin var settur at skjóta og tað gjørdi hann ísakalt og legið okkum framum.

Beint aftaná bleiv Símun tikin av vøllinum og vit sóðu á fyrsta sinni Heina Vatnsdal í leiki fyri okkum í ár. Heini skuldi eisni fáa ein avgerandi leiklut seinni. Fróði royndi seg tvær ferðir og Pál skjeyt við síðuna av eftir horna.

Tólv minuttur fyri leiklok kom Christian í góða støðu eftir frálíkt HB-álop, men tíverrri yvirplaseraði hann skotið ið fór snipst yvir málið. Christian var sera góður í dag.

Løtu seinni punkeraðu vit dystinum. Heini vinnur bóltin við okkara brotsteig og setur ferð á frameftir. Komin nakað inn á ÍF-hálvuna, sendur hann bóltin út á vinstru síðu til Christian ið ger skjótt av og sendur ein góðan og avbjóðan bólt inn í brotsteigin. Bólturin fer yvir Heina ið var fylgdur við inn, men dygst við handaru stong kemur Kristin flúgvandi og við kraftfullum skallara sendur hann bóltin, umvegis Jákup Mikkelsen í netið. Sera gott álop.

Lítla løtu seinni kom Jógvan Skeel inn fyri Andrew. ÍF gjørdi eisini nakrar skiftinga og royndi at flyta fólki longur fram, men í dag vildi tað bara ikki fella til teirra fyrimun og tí kundu vit fyri fyrstu ferð síðan 10. oktober 2010 taka øll stigini við okkum úr Fuglafirði.

Seinastu løtuna leiktu vit við einum leikara færri. Jógvan Rói ofraði seg fyri ligið tá ÍF fór av stað í góðum skjótálopið. Frísparkið var so klossut at Dagfinn kundi ikki gera annað enn geva Jógvani sítt seinna gula kort. Jógvansa partur lá heldur ikki eftir í dag, men nú fær hann so frí í næsta umfari.

Sunnudaign er aftur ein nýggj uppgáva á skránni tá uppflytararnir úr 07 Vestur koma á vitjan. Tað gleða vit okkum sjálvandi eisini til, men fyrst mugu vit njóta dagsins fína sigur. Vit eru nú, saman við KÍ, fremstir í Effodeildini, so lagið er bara í topp. Hjartaliga til lukku við frálíka avríkinum og takk fyri ein góða dyst.

KOYR Á, HB !!!! 


HAGTØLINI

3. umfar - 2. páskadag 1. apríl 2013 kl. 17.00 í Fløtugerði

ÍF - HB 0-2 (0-0)
0-1 Símun Samuelsen 63 (br.)
0-2 Kristin R. Mouritsen 79

Liðið: Teitur Gestsson - Alex José dos Santos (Pál Mohr Joensen 30), Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen (Heini Vatnsdal 65), Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristian R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Jógvan Skeel Nolsøe 83)

Óbrúktir eykaleikarar:
 Hans Jørgensen og Bárður J. Heinesen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Jógvan Rói Davidsen x 2
Reyð Kort: Jógvan Rói Davidsen
Dagsins maður: Kristin R. Mouritsen
Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Edvard Højgaard og Jón Kári í Brekkkuni
4. dómari: Dia Lamhauge

 
Myndir: Rakul Hansen/HB