KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Fløvandi góður sigur á Argjum

1. lið16-03-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin (2): AB - HB 1-3

Eftir flotta sigurin á AB í dag mugu vit bara staðfesta, at tá tað koyrir hjá okkum, koyrir tað ótrúliga væl. Eftir eitt korter kundi Rúni Gaardbo sagtans havt bríkslað av. At frensarnir so sluppu at minka um munin og hartil hava eina roynd á tvørtræið, kunnu vit mest takka okkum sjálvum fyri.


Veðurforsøgnirnar vóru ikki blíðar, men hóast tað var kalt, vóru umstøðurnar annars bara fínar til Effodeildarbólt úti í Vika í dag. Fýra mál fingu vit eisini at ganga heim uppá, so tað var bara fínasta slag.

Símun Samuelsen legði fyri longu í øðrum minutti. Dagsins maður, Fróði Benjaminsen, sendi Jógvan Skeel avstað í høgru síðu við frálíkari sending. Hann var ikki smæðin, men smeyg sær móti baklinjuni og sendi ein millimetur góðan bólt tvøtur um til Símun, sum í fríðari støðu sendi bóltin í málið.

Tíggju minuttir seinni var aftur mál og uppskriftin var mest sum tann sama. Frálíki Bárður Olsen setur álop ígongd til Fróða sum hesuferð sendur Jógvan Róa avstað. Hann takkar fyri og spælur aftur til Bárð, 2-0

Lítla løtu seinni punkeraðu vit dystin. Christian sendur eitt gott horna innfyri og hægstur er Gunnar Haraldsen ið elegant skallar bóltin í málið og okkum á sigurskós.

Nakað eftir hálva tíman bjóða vit AB inn aftur í dystin. Ivasemi í vinstra verjuparti ger at Jónas Stenberg í friari støðu sendur eitt hart innlegg inn ímillum vinir og fíggindar. Keita er á rætta staðnum og sendur bóltin í málið.

Vit høvdu nakrar góða støður eftir hetta. Eitt nú varð Andrew feldur í kriminella økinum, men Rúni dugdi einki galið at síggja, so spælið helt áfram.

Símun og Fróði spældu væl saman beint fyri hálvleik, men tíverri fór royndin út til horna. So hendi ikki meir og bríkslað var til hálvleiks.

Seinni hálvleikur koyrdi eisini mest í lágum geari. Jógvan Skeel royndi seg við langskoti og Símun skjeyt væl yvir eftir horna. Christian kom eisini i góða støðu, men skotið fór beint á Símun Rógva í AB-málinum.

Vertirnir høvdu nakrar góðar royndir eitt korter fyri leiklok. Fyrst kom Jógvan Rói væl aftur tá Sorin Anghel mundi komið í góða støðu. Eina løtu seinni átti Martin Midjord at fingið meira burturúr, tá enn ein verjuvilla endaðið við at hann kom í góða skotstøðu. Royndin fór skammiliga langt við síðuna av.

Beint aftaná brast frálíka skotið frá Bjarta Kjærbo á tvørstongina og niður í svørin og út í spæl aftur. Hasin átti at sitið. Fyri so vítt hevði frálíka skotið væl uppiborið at farið í mál.

Enn ein støða uppstóð í AB-brotsteiginum eftir horna og okkara menn vóru á einum máli um at AB-verjuleikari brúkti hondina at hjálpa sær við. At Anghel heldur ikki fekk brotsspark nakað seinni, ti hann skuldi verða illa viðfarin í okkara brotsteigi, var nú ikki so løgið tá hinar støðurnar ikki góðu nakað. Men helst hava argjamenn havt grein í sínum málið, um teir ilskast inn á hasa støðuna.

Fróði fekk síðsta møguleikan tá hann hegisliga bleiv sendur avstað. Tíverri var hann ikki nóg neyvur og royndin at snýta Símun Rógva Hansen miseyðnaðist og rann út í einki. So hendi ikki meira og Rúni Gaardbo takkaði fyri seg og bríkslaði dystin av.

Ein frálík løta á Argjum var at enda komin og vit fóru heim aftur við trimum frálíkum stigum. Nú verður friður eina løtu meðan landsliðið ferð til Eysturríkis.

Næsti dystur okkara verður í Gundadali skírishósdag, 28. mars kl. 18.00, tá føroyameistararnir koma á vitjan. Tað er so ein onnur uppgáva sum vit gleða okkum almikið til. Takk fyri ein fínan sigur og hjartaliga til lukku til okkum øll somul.

KOYR Á, HB !!!!

HAGTØLINI

2. umfar - leygardagin 16. mars 2013 kl. 15.00 á Blue Water Arena

AB - HB 1-3 (1-3)
0-1 Símun Samuelsen 2
0-2 Bárður Olsen 12
0-3 Gunnar H. Haraldsen 16
1-3 Ahmed Keita 32

Liðið: Teitur Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen 79), Bárður Olsen (Tróndur Jensen 81), Fróði Benjaminsen (liðsk.), Christian R. Mouritsen, Jógvan Skeel Nolsøe (Bárður J. Heinesen 66) - Andrew av Fløtum.
Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Kristin R. Mouritsen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Gul kort: ongin
Reyð Kort: ongin
Dagsins maður: Fróði Benjaminsen
Dómari: Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jónleif Fredriksen
4. dómari: Pætur Albinus


Myndir: Rakul Hansen/HB

iphone_app.txt