KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Páll Mohr Joensen og Bjarni Joensen frá nevndini avmyndaðir aftaná undirskrivingina.

Páll Mohr Joensen afturkomin

1. lið20-07-2013 - Helgi Nielsen

Eftir at hava verið uttanlands í trý ár er Páll Mohr Joensen aftur á klettunum, og í dag skrivaðu so Páll og HB undir sáttmála, sum knýtir hann at barndómsfelagnum til endan av komandi kappingarári.


Vit kenna Páll sum ein góðan leikara, sum var fastur fúsur á 1. liði í fleiri ár, áðrenn hann fór av landinum. Páll slepti ikki heilt fótbóltinum á flatlondum, tí hann hevur øll árini spælt við útisetaliðnum hjá okkum í Keypmannahavn - ÍF Føroyar.

Páll hevur longu spælt sín fyrsta dyst fyri HB í ár, tá hann í seinasta dystinum hjá 1. deild fyri summarsteðgin kom á vøllin í seinna hálvleiki móti B71. 12 minuttir seinni hevði Páll eisini skora sítt fyrsta mál fyri HB í ár. 

Vit ynskja pørtunum tillukku við sáttmálanum og gleðast um aftur at síggja Páll í reyðum og svørtum.