KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Pál á U21-landsliðið

Ymiskt02-08-2013 - Jónfinn Petursson

Í sambandi við EM-undankappingardystin ímóti Írlandi, sum verður leiktur á Svangaskarði mikudagin 14. august, hava landsliðsvenjarar okkara Bill M. Jacobsen og Heðin Askham úttikið føroyska hópin.


Vit í HB fegnast  almikið um, at Pál Mohr Joensen hevur fingið landsliðsboð. Pál kann í roynd og verðu leika á øllum plássum og hevur tikið seg sera nógv fram seinastu tíðina.

Eisini fegnast vit um at tað gongur Rene S. Joensen væl í Brøndby, og at hann eisini hevur fingið boð frá Bill og Heðini.

Hesir hava fingið landsliðsboð:

Málverjar:
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Hallgrím G. Hansen, ÍF Fuglafjørður

Verjuleikarar:
Bárður Hansen, Víkingur
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36 Tórshavn
Andras Brixen Vágsheyg, NSÍ Runavík
Pál Mohr Joensen, HB Tórshavn
Ivan Joensen, KÍ Klaksvík

Miðvallarar:
Beinir Ellefsen, AB Argir
Bogi R. Petersen, ÍF Fuglafjørður
Rógvi Joensen, TB Tvøroyri
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur

Framherjar:
Gilli Sørensen, B36 Tórshavn
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Poul Ingason, TB Tvøroyri

Dysturin verður leiktur mikukvøldið 14. august, kl. 19.00, og til ta tíð verða møguliga tveir leikarar afturat úttiknir til føroyska U21-landsliðshópin.

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við úttøkuni og bestu eyðnu við undankappingardystinum.