KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Heini, Pætur, Samuel, Brian og Áki

Pætur, Bryan, Heini, Áki og Samuel á U15-landsliðið

Landslið01-05-2017 - Jónfinn Petursson

Øssur Hansen, venjari, hevur úttikið føroyska U15-landsliðið við dreingjum, sum í døgunum 23. til 28. mai skal til Esbjerg Elite Cup.


Øssur Hansen, ið nú stendur á odda fyri føroyska U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 23. til 28. mai skal til Danmarkar at taka lut í Esbjerg Elite Cup.

Talan er um eina sterka kapping, har serliga lið úr øllum norðanlondum og øðrum norðureuropeiskum londum luttaka.


Teir 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Jákup Helt Hansen, HIK (DK)
Fayo Kruse, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Skála
Bogi Hentze, B71
David Matras, KÍ
Kristin Jansson, AB
Emil Weihe Joensen, TB/FCS/Royn
Eyðbjørn Østergaard og Mattias W. Joensen, B36
Jørgin Nielsen og Súni Hansen, NSÍ
Pætur Sørensen og Bergur Poulsen, Víkingur
Pætur McLeod Jacobsen, Bryan Slyne, Heini Fossdalsá Sørensen, Áki Samuelsen og Samuel Chukwudi, HB

Vit fegnast um, at vit í HB eru so væl umboðað á U15-landsliðnum og ynskja øllum bestu eydnu við komandi avbjóðingunum.


Mynd og heimildari: fsf.fo