KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







1. lið24-09-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 24. umfar: KÍ – HB 0-0

Dagsins dystur við Djúpumýrar í dag endaði sum hann byrjaði, við nulloysn. Hóast vit kunnu fegnast um eina stigið, røkkur hetta tó bara ikki langt tá samanum kemur.


Heimasíðan var ikki til dyst í dag, men samandrátturin frá dystinum ið liggur á netinum vísur, at helst vóru vertirnir mest á bóltinum og trýtsu okkum væl allan dystin.

Men, vit kunnu fegnast um, at verjuparturin hjá okkum nú rættuliga er farin at líkjast, og ringt er at fáa mál ígjøgnum hjá okkum.

Kí kom til fleiri møguleikar men hinvegin kundu vit havt nápað at um vit vóru heppnir. Símun verða sendur avstað móti dystarenda, men komin fram móti KÍ málinum, fer hann ikki rættuligt skil á bóltinum og tí rann møguleikin út í sandin.

Eisini Øssur royndi seg við góðum skoti, men tíverri var einki at gera. Javnleikur við Djúpumýrar og eitt stig afturat á kontoina.

Sum so í ordan, og hugaligt at síggja at okkara ungu menn alsamt vaksa við uppgávuni. Hanldi bara fast í hesum endanum so skal tað nokk blíva spennandi í komandi ár.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 24. umfar sunnudagin 24. september 2017 kl. 15.00 við Djúpumýrar

KÍ – HB 0-0

Gult kort: Tróndur Jensen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Daniel Johansen, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Ári Mohr Jónsson, Rókur av Fløtum Jespersen (Símun Samuelsen 86), Tróndur Jensen, Heri H. Mohr, Sebastian Pingel (Adrian Justinussen 61) og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Bjarti V. Mørk, Hans Jákup Annfinsson Levi Hanssen og Jákup Pauli Breckmann

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Bartal Wardum

Dómari: Kári J. á Høvdanum
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Jørleif Djurhuus
4. dómari: Rúni Gaardbo


Myndir: Rakul Hansen