KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Nú skal slagið standa

1. lið20-10-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 27. umfari í Effodeildini: HB – B36

Seinasta umfar í ársins Effodeild verður avgreitt leygardagin, og í Havn enda vit við risabrakinum millum okkum og grannarnar fyri sunnan. Nú skal slagið standast.


Hóast hinir dystirnir okkara millum í ár, fyri so vítt, allir, hava verið nakrir regulerir fusarar, er blóðtrýstið aftur við at náa hæddirnar.

Seinsti dystinum á árinum og fyri grannarnar stendur nógv uppá spæl. Ikki tí, Evropa fóltbólturin er bjargaður og harvið eisini ein klekkilig upphædd at fløva felagskassan við.

Vit standa við svartaperi og hava bara heiðurin at spæla fyri. Men, vit royna at leggja afturat varðanum við ungu og evnaríkum leikarum og hesir hava áhaldandi verið settir við í ár. Hetta dámar fjepparunum og skal nokk fara at løna seg seinni.

Vit gleða okkum almikið til spennandi dystin sum verður leiktur kl. 15.15, og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og KOYR Á, HB!!!!


Allir dystirnir í 27. umfari eru hesir:

2110 ÍF – 07 Vestur
2110 KÍ – NSÍ
2110 TB/FCS/Royn – Skála
2110 Víkingur – EB/Streymur
2110 HB – B36