KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







NSÍ vitjar Ólavsøkudag

1. lið26-07-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 17. umfari í Effodeildini: HB – NSÍ

Hetta leikumfarið verður eins og seinasta, av góðum grundum, spreitt yvir fleiri dagar. Byrjað verður longu leygarkvøldið og endabresturin er Ólavsøkudag tá HB og NSÍ, enn einaferð, skulu leika ólavsøkudyst.


Síðan vit 28. apríl vunnu greiðan sigur við Løkin, hevur NSÍ skift út á venjarapostinum. Eins og undanfarna møtstøðulið okkara, KÍ og hini komandi mótstøðuliðini, Víkingur og TB, hava gestirnir sæð seg noyddar at broyta á toppinum.

Gongdin hjá NSÍ hevur verið á góðari leið, uttan at verða prangandi, men við fimm sigrum, javnleikum og tapum, liggja teir hampuliga væl í miðjuni av Effodeildini.

Hóast NSÍ hevur ein útsettan dyst móti Víkingini eftir og tí bara hevur leikt fimtan dystir higartil, er teirra støða í ár júst tann sama sum í fjør um hetta mundi, tjúgu stig.

Vit trumlaðu víðari móti javnaldrunum úr KÍ í seinasta umfari og vunnu okkum ein flottan og sanførandi sigur ið staðfestir okkara greiðu oddastøðu í deildini.

Ólavsøkudysturin hevur ikki altíð verið okkara besti biti. Seinast gekkst ikki so galið, men seinast NSÍ var á vitjan, endaði tað við einum troyttandi javnleiki.

Ólavsøkudag kl. 16.00 bresta liðini so saman og skulu vit halda stásinum viðlíka og fremja somu jaligu gongd sum higartil, mugu vit spenna selarnar, knappa vestin væl, og halda á vit tí vit duga og minnast til hvar vit koma frá.

Gera vit tað, eiga vit at kunna njóta eina góða Ólavsøku. Vit gleða okkum almikið til dystin og fara at gera okkara part til at hjálpa okkara monnum til sigurs.

Allir fjepparar, leikarar og gestir annars verða ynsktir hjartaliga vælkomnir í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og góða Ólavsøku.


Koyr á, HB!!!


Allir dystirnir í 17. umfari eru hesir:


2707 AB – EB/Streymur
2707 07 Vestur – KÍ
2807 B36 – ÍF
2907 Víkingur – TB
2907 HB - NSÍ