KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Moyrir vágamenn taka ímóti á Dungasandi

1. lið21-06-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 14. umfari í Effodeildini: 07 Vestur – HB

Vágamenn eru ikki sigursvandir í ársins kapping í Effodeildini. Bara ein sigur er komin í hús higartil, og hóast fýra javnleikir lýgur stigatalvan ikki, men plaserar 07 Vestur næstniðast, bara eitt stig frá botnproppinum.

Vertirnir løgdu annars bragdliga út. Hóast fyrsti dysturin var taptur, varð aldurforsetin, í øðrum umfari, varpaður suðurum aftur við greiðum 4-1 tapi.

Fyrri dysturin okkara millum endaði við javnleiki og hóast vágamenn fleiri ferðir máttu draga skeggið úr postkassanum, megnaðu teir at verja annað stigið við heim.

Vit eru komnir í minikreppu við bara einum stigi í seinastu tveimum dystunum. Vit vóru væl betri við Margáir, men sunnudagin vóru vit, sum so, heppnir við at fáa annað stigið.

Sera umráðandi fyri okkum er, ikki at loyva 07 Vestur næsta sigurin í ár. Fyri at megna tað, mugu vit aftur á gamlar gøtur. Lata bóltin koyra, men við væl størri leikferð enn ímóti ÍF, og verða avgjørdir tá høvið býðst.

Megna vit hetta og minnast til tað grundleggjandi, eiga vit at fáa øll stigini við okkum, hóast henda uppgávan verður minst líka torfør sum allir hinir dystirnir í ár.

Stuðlabussurin koyrur, sum vanligt, til útdystir og til ber at lesa meira um bussin á framsíðuni.

Vit gleða okkum til túrin vestur og fara at gera okkara til at reinsa søguliga tapið av okkum ið vit fingu seinast vit gestaðu Dungasand.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 14. umfari eru hesir:

2106 ÍF – Víkingur
2206 B36 – NSÍ
2306 AB – TB
2306 EB/Streymur – KÍ
2306 07 Vestur - HB