KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Savnsmynd: Rakul Hansen/hb.fo

Mittelstein matchvinnari

1. deild menn26-05-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild menn: B36 - HB 0-1

Bárður Mittelstein gjørdist matchvinnari í grannadystinum millum gomlu havnarliðiðini, tá hann í 26. minutti skoraði einasta málið í dystinum aftaná góða fríspæling frá vælupplagdum Tróndi Jensen.


B36 var tætt við at javna , tá umleið 10 minuttir vóru eftir, men Teitur Gestsson fekk forða hesum við góðari refleksbjarging við beinunum.

Men tað hevði, eins og í dystinum hjá Effoliðunum seinast, verið tjóvarí, tí áðrenn tað høvdu vit longu havt fleiri risastórar møguleikar, sum ikki góvu úrslit. 

Tróndur Jensen hevði tveir góðar møguleikar, og eitt dundurskot frá Johan Eivindi R. Mouritsen varð í góðum stíli bjargað av málverjanum hjá B36, Jákupi Højgaard.

HB var spælstýrandi meginpartin av dystinum. Verjan stóð sera væl myndað av Sørini Samuelsen, Jákupi Slættlíð, Magnusi Egilsson og Kára Hvannastein.

Bartal Wardum og Kári Nielsen, tann yngsti og tann elsti, vóru á miðjuni, meðan Johan Eivind R. Mouritsen, Jóannes Iversen, Tróndur Jensen og Bárður Mittelstein vóru í álopinum.

Helst vildu menn síggja fleiri mál, tí gjørdar vórðu tríggjar útskiftingar, allar í álopinum. Páll Holm Jacobsen kom inn fyri Jóannes Iversen, Bárður Guttesen fyri Bárð Mittelstein og David Nolsøe fyri Johan Eivind Mouritsen.

Við sigrinum á B36 hava vit staðfest, at vit liggja sera væl sum oddalið í næstbestu deildini, eitt stig frammanfyri B68.

Heimasíðan ynskir venjarunum, Frankie Jensen og Símun Eliasen og øllum leikarunum, hjartaliga til lukku við sigrinum.