KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Landslið23-08-2017 - Jónfinn Petursson

Um góðar tríggjar vikur fer HM-undankappingini hjá kvinnulandsliðnum í gongd og í tí sambandinum hevur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá vinnunum, úttikið tær ið skulu umboða Føroyar.


Í apríl mánaða í ár eydnaðist tað føroyska kvinnulandsliðnum, eftir at hava vunnið á Luksemborg, Montenegro og Turkalandi, at spæla seg víðari til komandi HM-undankapping, sum verður spæld hálvan september.

Fyrstu dystirnir eru ímóti Kekkia og Íslandi. 14. september spæla Føroyar og Kekkia á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, 18. september spæla Ísland og Føroyar í Reykjavík.

Allar ið hava fingið landsliðsboð eru hesar:
Birita Bergsdóttir Nielsen, B68
Milja R. Simonsen og Rebekka Benbakoura, HB
Jóna Nicolajsen, Súsanna Maria Hansen, Elsebet Vang, Ásla Johannesen, B36
Birna Tummasardóttir Johannesen, Durita Hummeland, Ansy Sevdal, Heidi Sevdal, Margunn Lindholm og Anna Súnadóttir Hansen, EB/Str./Skála
Eyðvør Klakstein, Maria Klakstein Thomsen, Liljan Jacobsen, og Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK)
Monica Biskopstø, AaB (DK)
Lív Finnbogadóttir Arge, Østerbro IF (DK)

Vit í HB fegnast um at Milja og Rebekka hava fingið landsliðsboð. Eisini noterað vit okkum, at Lív F. Arge eisini hevur fingið landsliðsboð. 

So nú er bara at herja á, og vit ynskja øllum bestu eydnu við komandi uppgávunum.


Mynd og heimildari:
fsf.fo