KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

Miðvingar vitja sunnudagin

1. lið31-03-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 1. umfari i Løgmanssteypinum : HB – MB

Fyrsta umfarið í kappingini um ársins Løgmanssteyp verður leikt um vikuskiftið. Vit fáa vitjan av gomlu kempunum úr Vágum, MB.


Fleiri áhugaverdir dystir eru á skránni í 1. umfari, men fleiri greiðir favorittar eru eisini til at vinna seg víðari.

Vit kunnu ikki lúgva okkum frá, at okkara favorittleiklutur er millum teir heilt stóru.

MB hevur undanfarnu árini havt stórar trupulleikar at halda seg í deildini, teir hava leikað í, og eru nú at finna í fjórðbestu deildini.

At gongdin seinastu árini hevur verið trupul, merkir tó ikki, at vágamenninir fara at leggja seg við góðum, men fara uttan iva at gera alt, teir kunnu, at koyra grús í okkara maskinu.

Vit skulu bara halda jaligu gongdina koyrandi og herja á frá fyrsta bríksli og ikki geva gestunum nakran møguleika at fáa beinini til jørðina.

Spennandi verður í hvussu so er at hyggja, og vónandi verða vit nógv, ið fara at leita okkum í Gundadal sunnudagin kl. 15.00.

Vit gleða okkum almikið til steypadystin og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst.


Allir dystirnir í 1. umfari eru hesir:

0104 B36 – B71 (kl. 15.00)
0104 Undri – KÍ (kl. 18.00)
0204 ÍF – Giza Hoyvík
0204 HB – MB
0204 AB – TB/FCS/Royn
0204 EB/Streymur – Skála
0204 07 Vestur - NSÍ