KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Megnaðu akkurát ikki brekkuna

myndir22-05-2016 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 12. umfar: HB – NSÍ 3-4

Ódámliga gongdin heldur fram. Vit hava fingið eitt av fimtan møguligum stigum í fimm teimum seinastu dystunum og nú eiga ávaringar klokkurnar at ringja í skiftirúminum.


Fyrri hálvleikur í dag var ikki so góður. Nógv spæl aftur og fram og aftur og fram og aftur og fram og aftur og fram. Ein av dagsins allar bestu, Teit Jacobsen, royndi seg nakrar ferðir, men kom bólturin innfyri, var eingi at taka ímóti.

Verjupartin var tó okkara hælsina í dag. Ein vandaleysur bóltur verður sendur fram í okkara brotsteig og hóast fýra mans standa á linju og málmaðurin eigur at verða klárur aftanfyri, toyggjur Jóhan seg eftir bóltinum at skalla bóltin burtur.

Endin av hesum vandaleysa bóltin er, at Árni Fredriksberg ótarnaður fær send eina langa sending inn fyri. Á baklunjuni fær Pól Johannes Justinussen skallað bóltin í málið. Ein sonn gáva sum gestirnir takkaðu fyri.

Sum sagt trillaðu vit bóltin væl okkara millum, og hóast vit royndu at leggja trýst á móti endanum av fyrra hálvleiki, var tað, tað. Gestirnir lúrdu eftir møguleikum og smekkaðu til tá høvið beyðst.

Beint fyri hálvleik høvdu vit havt bóltin hinumegin miðjuna í smáar tíggju minuttir uttan nakað enda úrslit. NSÍ vinnur bóltin av okkum og endin er áleyparin hjá hinun, sera teatralskt dettur í okkara brotsteigi. Eiler er eiðasørur og letur seg lupa til brotsspark. Klæmint A. Olsen takkar fyri næstu gávuna og skorar trygt.

Nú var einki annað at gera enn at herja á. Tað gjørdu vit eisini væl í seinna hálvleiki. Bartal varð skiftur út fyri Poul og beinanveign kom lív í.

Dagsin maður, Poul Ingason, setti pannuna á eitt horna tá bara seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki og fekk spenning í. Vit komu beinanvegin aftur í vandamiklar støður, og okkara menn vóru sum hamskiftir.

Tíverri er verjuparturin hjá okkum bara ikki nóg góður fyri tíðina, og bæði teirra mál til 3-1 og 4-2 vóru regulerir verju- og teljifeilir. Tó, málið hjá Petur Knudsen var væl avgreitt av unga framherjanum, men 4-2 nevna vit einki um, annað enn at Pól Johannus Justinussen kom væl upp í støðuni.

Teit var ein knassi í dag, og hann strýddi seg til innlegg beint eftir tímaslagið. Poul var klárur og sendi bóltin í neti. Beint fyri málið hjá NSÍ til 4-2, átti Teit at javnað. Men onkursvegna fekk hann sent bóltin framvið málinum eftir at vit umvegis stongina og verjubein áhaldani høvdu skotið á málið hjá Símun Rógva Hansen.

Beint fyri leiklok minkaðu vit aftur um munin. Teit verður illa viðfarin av Símuni Rógva og Øssur sendur brotssparkið í máilð.

Vit royndu okkum síðan við tveimum desperatum sendingum inn í brotsteigin hjá NSÍ, men tíverri megnaðu vit ikki at beina bóltin í málið.

Altso, vit taptu aftur í dag og eru nú í fríðum falli. Tað sum ikki mátti henda, hendi, og nú mugu okkara venjarar seta seg í krókin at hugsa tingini ígjøgnum.

Men, potentialið í liðinum er til nógv meira enn stigatalvan sigur, og fáa vit leysgivið hetta, fer gongdin helst at betrast. Vit gleða okkum tó til næsta dysti, sum verður torføra uppgávan móti Víkingi í Sarpugerði.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 12. umfar sunnudagin 22. mai 2015 kl. 15.00 í Gundadali

HB – NSÍ 3-4 (0-2)
0-1 Pól Johannus Justinussen 10’
0-2 Klæmint A. Olsen 42’ (br.)
1-2 Poul Ingason 51’
1-3 Petur Knudsen 59’
2-3 Poul Ingason 61’
2-4 Pól Johannus Justinussen 75’
3-4 Øssur Dalbúð 90’ (br.)

Liðið:
Teitur M. Gestsson – Magnus Egilsson (Fróði Benjaminsen 67), Jákup F. Hansen, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.) Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum (Poul Ingason 46), Trónur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Ari Mohr Olsen (Adrian Justinussen 72). Teit Jacobsen og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen og Heri H. Mohr

Gult kort: Ari Mohr Olsen, Øssur Dalbú og Fróði Benjaminsen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Poul Ingason

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Georg N. Rasmussen
4. dómari: Rói Jacobsen