KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Lív F. Arge: Mennandi at spæla uttanlands

Landslið03-04-2017 - Jónfinn Petursson

Dagliga spælir Lív F. Arge fótbólt í Danmark, og har er hon noydd at geva seg fult til hvørja venjing, tí kappingin um plássini er hørð, men tað er eisini mennandi fyri hana sum fótbóltsspælara.


Í hesi vikuni, frá 6. til 11. apríl, skal føroyska kvinnulandsliðið spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum. Tríggir dystir eru á skránni, og mótstøðuliðini verða Luksemborg, Montenegro og Turkalandi.

Ein av teimum 20, sum Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið til føroyska hópin, er fyrrverandi HB-spælarin, Lív Finnbogadóttir Arge, sum í dag spælir í Østerbro IF í næstbestu deildini í Danmark.

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, sigur Lív, at tað er munur á at spæla í Danmark og í Føroyum.

- Støðið er væl hægri í Danmark, har tað serliga er munur á ferðini. Allir spælararnir eru meira javnt góðir, so tað er stór kapping um plássini. Tað ger tað eisini ógvuliga spennandi, og ikki minst stuttligt at spæla, sigur Lív Arge.

Lív Finnbogadóttir Arge, sum fyrr í mánaðinum gjørdist 20 ár, heldur, at hon hevur flutt seg fótbóltsliga síðani hon fór til Danmarkar at royna seg.

- Av tí at kappingin um plássini er sterkari her, enn í Føroyum, verður ein noyddur at geva seg fult út til hvørja einastu venjing, men tað er eisini sera mennandi. Harafturat hava vit eisini ein fysiskan venjara knýttan at liðnum, sum ger at stórur dentur verður lagdur á tann fysiska partin, og har haldi eg, at eg havi flutt meg eitt vet.

Tá Lív at enda verður spurd um, hvørjar vónir hon hevur til innleiðandi HM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 6. til 11. apríl, er hon bjartskygd. Hon heldur at tað er møguleiki hjá føroyska liðnum at fáa stig í øllum dystunum.

- Eg havi góðar vónir til kappingina. Vit hava fyrireikað okkum væl og hava verið samlaðar fleiri ferðir seinasta árið, og hóast liðið er lutfalsliga ungt, eri eg vís í, at allar fara at gera sítt allarbesta fyri at vinna.

- Á pappírinum er dysturin móti Turkalandi tann torførasti, men har kann heimavøllurin verða ein fyrimunur. Til dystirnar móti Luksemborg og Montenegro hava vit heilt avgjørt realistiskan møguleika fyri at fáa stig, sigur Lív Finnbogadóttir Arge við heimasíðuna hjá FSF.

-----

Dystarskráin til innleiðandi HM-undankappingina

Hósdagin 6. apríl:
Kl.15.00 Turkaland - Montenegro
Kl.19.30 Føroyar - Luksemborg
Báðir dystirnir eru á Tórsvølli

Leygardagin 8. apríl
Kl. 15.00 Montenegro - Føroyar
Kl. 19.30 Turkaland - Luksemborg
Báðir dystirnir eru á Tórsvølli

Týsdagin 11. apríl:
Kl. 13.00 Føroyar - Turkaland, á Tórsvølli
Kl. 13.00 Luksemborg - Montenegro, á Ovara vølli í Gundadali

Mynd og heimildari: fsf.fo