KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Væleydnaður limadagur

myndir23-03-2016 - Margit Stórá

Limadagur var í HB-húsinum týsdagin 22. mars 2016. Nógv fólk høvdu leitað sær í HB-húsið, bæði stór og smá. Henda dagin var høvi at gjalda limagjald og skráseta allar virknar spælarar. Ymisk tiltøk vóru á vøllinum, sum fleiri av venjarunum stóðu fyri. Serliga var løtan, tá effo leikarnir komu á vøllin, sera væl umtókt. Væl dámdu børnunum at spæla bólt saman við effo leikarunum og ikki minst royna at skjóta brotsspark ímóti okkara effo málmanni. 

Í húsinum gingu vaflujørnini heit og uttan steðg í góðar tríggjar tímar, og foreldur og børn nýttu høvi til at fáa sær ein góðan drekkamunn. Øll sum rindaðu limagjaldið fingu eina snøgga T-shirt við HB merkinum á, eins og høvi var at keypa effo plakat og aðrar HB lutir. Eisini vitjaði klædnasponsorurin Sportigan og til bar at bíleggja sær nýggju HB draktina.

Eitt frálíkt felagstiltak og vit lata myndirnar tala fyri seg:


Myndir: Rakul Hansen