KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

Liljan, Lív og Heidi á landsliðið

Kvinnur15-09-2013 - Jónfinn Petursson

Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið tær ið skulu umboða Føroyskar til HM-undankappingardystirnar ímóti Skotlandi og Póllandi.


Um eina stóra viku, sunnudagin 22. september, verður nýggj føroysk fótbóltssøga skriva, tá A-landsliðið við kvinnum fyri fyrstu fer nakrantíð skal spæla dyst í einari HM-undankapping.


Fyrsti dystur verður á heimavølli ímóti Skotlandi, og síðani skulu føroysku kvinnurnar fýra dagar seinni, hósdagin 26. september spæla á útivølli ímóti Póllandi.

Vit í HB kunnu fegnast um at venarin hevur tikið trýggjar kvinnur av okkara góða 1. deildarliið. Liljan av Fløtum Petersen, Lív F. Arge og Heidi Sevdal heva fingið landsliðsboð.

Allar ið hava fingið landsliðsboð eru hesar:

Bjarta O. Johansen og Rakul Maria Johannesen, B36
Sigrun K Kristiansen, Sólja T. Eiðisgarð, Fríðrún Danielsen, Oddrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal og Íðunn Magnussen, EB/Streymur / Skála
Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge og Heidi Sevdal, HB
Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Laila Pætursdóttir, Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreasen,
Randi S. Wardum og Olga Kristina Hansen, ØK (DK)

HM-undankappingardysturin móti Skotlandi verður spældur á Tórsvølli sunnudagin 22. september, kl. 17.15.

Umframt Skotland og Pólland, skal føroyska kvinnulandsliðið eisini royna seg ímóti Svøríki, Norður Írlandi og Bosnia/Hersegovina í hesari undankappingini.

Vit takka fsf.fo fyri lán av teksti og ynskja øllum kvinnunum hjartaliga til lukku við úttøkuni og bestu eyðnu við spennandi uppgávunum fyri framman.