KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Liljan fekk handað eitt blómutyssi frá formanninum í HB Kaj Leo Holm Johannesen.
Kvinnur06-09-2017 - Helgi Nielsen

Veteranurin á kvinnuliðnum hjá okkum, Liljan av Fløtum, leikti sunnudagin sín dyst nr. 200 á besta kvinnuliðnum hjá HB.


Tað var tann 30. apríl 1995 sum knapt 16 ára gomul at Liljan spældi sín fyrsta dyst á besta kvinnuliðnum hjá HB. Sunnudagin 3. september 2017 - góð 22 ár seinni - leikti hon so dyst nr. 200 fyri HB, tá okkara kvinnur megnaðu at spæla javnt móti favorittunum úr KÍ.

Hetta er eitt bragd og samstundis met á kvinnusíðuni hjá HB. Vert er eisini at hava í huga, at Liljan vegna lesna, barnsburð o.a. mest sum ikki spældi fótbólt árini 2000-2010, og at hon nøkur av árunum, tá besta kvinnuliðið hjá HB, meir ella minni lá í dvala, leikti trý ár úti á Argjum, áðrenn hon kom aftur til barndomsfelagið.

Plássið hjá Liljan hevur fyri tað mesta verið í miðverjuni, sum hon hevur stýrt væl. Eftir at HB fór undir at byggja upp eitt nýtt kvinnulið við sera ungum leikarum, var tað av stórum týdningi, at royndir leikarar sum Liljan komu heim aftur til felagið at stuðla teimum yngru minni royndu leikarunum.

Eisini uttanfyri vøllin bankar hjarta hjá Liljan fyri HB, og er hon m.a. limur í ungdómsnevndini í HB, har hon er við til at skipa viðurskiftini hjá nógvu yngru liðunum í felagnum. 

Vit ynskja Liljan hjartaliga tillukku við teimum 200 dystunum og vóna at hava hana í felagnum nógv ár afturat.

(kelda faroesoccer.com)