KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Lea, Nadja, Ninna og Rebekka á U19 landsliðið

Landslið07-04-2017 - Jónfinn Petursson

John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið føroyska hópin, sum seinni í mánaðinum skal til menningarkapping í Litava.

Í døgunum 25. til 28. apríl skal føroyska U19-landsliðið við gentum taka lut í UEFA menningarkapping í Litava. Umframt Føroyar og vertslandið, verður Slovakia eisini við í kappigini.

John Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og nú góðar tríggjar vikur undan fráferð, hevur venjarin sett nøvn á tær 18, ið hava fingið landsliðsboð.

- Hetta er ein spennandi hópur, ið vit fara avstað við. Tær flestu spæla regluliga í bestu kvinnudeildini, umframt at fleiri hava verið rundanum A-landsliðið, og nakrar eru eisini við í hópinum til kappingina, sum nú verður spæld í Føroyum, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Tær, ið eru úttiknar, eru hesar

Barbara M. Høgnesen og Sarita Maria Mittfoss, B36
Bjørg Dalheim Djurhuus og Inga Maria Janusardóttir, ÍF/Víkingur
Birita B. Nielsen, Hansina Ronaldsdóttir, Jónfríð Johannesen og Oddný Lind Jacobsen, B68
Lea Hansen, Nadja Dam Johannesen, Ninna Hansen og Rebekka F. Benbakoura, HB
Amanda Johannesen, Evy á Lakjuni, Marjun á Lakjuni, Randi Eyðunsdóttir á Bergi, Tóra Mohr og Tórunn H. Joensen,

Skráin fyri kappingina er hendan
27. apríl Slovakia – Føroyar
28. apríl Føroyar – Litava

Føroyska ferðalagið fer úr Vágum týsmorgunin 25. apríl klokkan 08:30, og verður aftur í Føroyum fríggjakvøldið 28. apríl klokkan 19:45.

- Vit koma at møta sera sterkari mótstøðu í heyst, tá vit skulu til innleiðandi EM-undankapping, so tað er gott slíkari kapping sum hesari, sigur John Petersen.

Vit fegnast um at HB er so væl umboðað á U19 landsliðnum hjá kvinnum og ynskja øllum bestu eydnu við uppgávuni.


Mynd og heimildari: fsf.fo