KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Allan Dybczak og Gisli Sveinbjørnsson taka eitt ár afturat við kvinnunum. (mynd: Turið L. Sejersdóttir hb.fo)

Kvinnuvenjararnir halda fram

Kvinnur26-10-2017 - Helgi Nielsen

1. deild kvinnur hjá HB høvdu eitt gott kappingarár í 2017, og nú fáa venjararnir so møguleikan at arbeiða eitt ár afturat saman við hópinum.

Høvuðsvenjarin Allan Dybczak og hjálparvenjarin Gisli Sveinbjørnsson hava við besta kvinnuliðnum hjá HB fingið nøkur góð úrslit í 2017, og endaðu kappingarárið á einum greiðum bronsuplássi.

Hópurin hjá HB er spennandi við nógvum ungum evnarikum leikarum, sum avgjørt verða spennandi at fylgja framyvir. Tí er tað gleðiligt, at avtala nú er gjørd við venjararnar báðar um at taka enn eitt ár saman við teimum og byggja víðari uppá góðu gongdina frá í ár og síggja, hvussu langt tað røkkur.

Vit ynskja venjaranum og felagnum tillukku við sáttmálunum og góða eyðnu við kappingarárinum 2018.

Koyr á, HB!