KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo

Kvinnurnar vunnu trivaligan sigur

Landslið07-04-2017 - Jónfinn Petursson

HM undankapping: Føroyar – Luksemburg 5-1

Innleiðandi undankappingin til HM byrjaði hósdagin. Í fyrra dystinum vann Turkaland trygt móti Montenegro og seinni um kvøldið vunnu okkara kvinnur góðan og trivaligan sigur á Luksemburg.


Vit vóru omaná allan dystin og longu í sjeynda minutti legði Heidi Sevdal okkum framum.
Tíggju minuttir seinni økti Eyðvør Klakstein til 2-0

Stutt fyri hálvleik setti Álsa Johannesen tingini uppá pláss við frálíkum málið til 3-0. So var eingin vegur aftur hjá gestunum, og fyri so vítt var talan um fullan valuta fyri ómakin.

Gongdin í seinna hálvleiki var nakað tann sama sum í fyrra, og beint fyri tímaslagið stútaði Lív F. Arge bóltin í málið til 4-0

Fýra minuttir eftir tímaslagið skoraði Heidi Sevdal sítt seinna- og okkara fimta mál. Stutta løtu aftaná bleiv hon skiftu út við Saritu Mariu Mittfoss.

Einasta minussið var at gestirnir, aftaná eina verjuvillu, sluppu at minka um munin, men einki er at ivast í, at okkara kvinnur eru væl fyri og duga væl at spæla hvørja aðra góða.

Sjálvandi bleiv tað eitt sindur meira hips um haps í seinna hálvleiki, men ivi var ongantíð um sigurin, ið var fult uppiborðin.

Leygardagin kl. 15.00 spæla okkara kvinnur móti Montenegro og væntandi verður áskoðarafjøldin, ið annars var á góðari leið hóskvøldið, trivaligari.

Hjartaliga til lukku við flotta sigrinum og takk fyri góða undirhaldið.


Koyr á, Førpuar !!!!


HAGTØLINI

HM undankapping: hósdagin 6. apríl 2017 kl. 19.30 á Tórsvølli

Føroyar – Luksemburg 5-1
1-0 Heidi Sevdal 7’
2-0 Eyðvør Klakstein 18’
3-0 Ásla Johannesen 37’
4-0 Lív F. Arge 54’
5-0 Heidi Sevdal 64’
5-1 Jessica Birkel 88’

Liðið: Anna Hansen – Birna Johannesen, Lív F. Arge, Súsanna Maria Hansen, Heidi Sevdal (Sarita Maria Mittfoss 67), Ása Johannsen (Jónvá Hentze 78), Eyðvør Klakstein, Rannvá Andreasen (liðsk.) (Milja Simonsen 58), Olga Kristina Hansen, Maria Thomsen og Ans Sevdal

Óbrúktur eykaleikarar: Monika Biskopstøð – Birita Nielsen, Sigrun Kalsoy Kristiansen og Elisabeth Vang

Venjari: Pætur S. Clementsen

Dómari: Petra Chuda (SVK)
Hjálpardómarar:
Ivana Lesková (SVK) og Natalie Aspinall (ENG)
4. dómari:
Sarah Garratt (ENG)