KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnurnar vunnu steyp á Varmakeldu

Kvinnur07-07-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur 13. umfar: ÍF - HB 1-4

Leygardagin leiktu HB kvinnurnar landskappingardyst móti  ÍF á Fløtugerði í Fuglafirði. Varmakelda var á skránni og tí stóð steyp klárt til vinnandi liðið.


Fyrstu løtuna tyktust liðini rættiliga jøvn, men hetta broyttist longu, tá stórt korter var leikt. Vit fáa eitt fríspark skamt uttanfyri brotsteigin hjá vertunum. Lív F. Arge tók sær av hesum, og hon gjørdi ikki mætari enn at senda eitt sera vakurt skot heilt upp í handara trýkant, og so var 1-0 til HB.

Eftir hetta løgdu okkara kvinnur eitt øgiligt trýst á og komu til fleiri upplagdar málmøguleikar. men Hanna Poulsen í málinum hjá ÍF var sera stinn og bjargaði ferð aftaná ferð.

Stutt fyri hálvleik vann Elin Maria Isaksen bóltin frá fuglfirðingum og legði hann á skák aftur til Lív  Arge, sum dundraði bóltin í netið frá 25 metrum uppum málmannin, sum var komin eitt sindur út. So var støðan 2-0 til HB.

HB legði hart út aftaná hálvleikssteðgin, tá  Milja Simonsen rann frá verjuni og hegnisliga legði bóltin út móti vinstru stong uttan møguleika hjá málverjanum at bjarga. 3-0 til okkum og nú var eingin vegur aftur.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk ÍF eitt hornaspark, sum endaði í málinum aftaná fleiri skotroyndir. Helst var tað Kristina Obradovic,  ið hevði seinasta fótin á. ÍF hevði nú minkað um munin, men HB kvinnurnar bøttu skjótt um skaðan.

Bara tveir minuttir seinni fingu vit horna, sum Milja R Simonsen sendi innfyri. Doris í Garði Olafsdóttir kom sær fram í góða støðu, og í flottum lopi skallaði hon bóltin knallhart  í netið – eitt sera vakurt mál.

Hetta var ein góður sigur hjá okkara kvinnum, sum nú fara í summarfrí fram til miðjan august, tá vit skulu taka ímóti EB/Streymi/Skála í Gundadali.

Nú í summarsteðginum missa vit tveir leikarar, sum hava roynst hollir hjá felagnum. Sára Samuelsen flytir til Danmarkar at búgva, og Rannvá Mortensen fer sum AFS studentur  til USA í 1 ár. Vit ynskja teimum góða ferð og bestu eyðnu framyvir og vóna at síggja tær skjótt aftur á HB liðnum.

HB liggur framvegis á triðja plássi í landskappingini, har EB Streymur er fremst við 30 stigum.

HAGTØLINI:

1. deild kvinnur, 13. umfar leygardagin 6. juli kl. 13.30 í Fløtugerði

ÍF - HB 1-4 (0-2)
0-1 Lív F. Arge 17
0-2 Lív F. Arge 45
0-3 Milja R. Simonsen 47
1-3 Kristina Obradovic 67
1-4 Doris Í Garði Olafsdóttir 70

Liðið: Annika Hansen - Sára Samuelsen (liðsk.) (Silja R. Róin 67), Milja R. Simonsen, Elin Niclasen, Rannvá Mortensen (Guðrið Thomsen 46), Lív F. Arge, Eilin S. Hansen, Elin Maria Isaksen (Marjun undir Kletti 80), Edith Maria Samuelsen, Liljan av Fløtum Petersen og Doris í Garði Olafsdótti

Eyka: Marita Johannensen og Anitha K. Mortensen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Ríkin Napoleon Djurhuus



Myndir: Pætur Rasmussen og Finnbogi Arge