KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Liðskiparin, Heidi Sevdal, skoraði heili fýra mál. Mynd: Rakul Hansen.

Kvinnurnar tryggan sigur á Víkingi

Kvinnur11-09-2013 - Helgi Nielsen

1. deild kvinnur, 17. umfar: HB - Víkingur 6-0 (3-0)

Í góðveðrinum í kvøld sóu sera nógvir áskoðarar okkara kvinnur vinna ein tryggan 6-0 sigur á Víkingi. Sigurin var fult uppiborin og hevur við sær, at okkara liggja væl fyri á 3. plássi.


Tað var heldur forkunnugt at koma til kvinnudyst í Gundadali við so nógvum lívligum áskoðarum. Tað vísti seg, at nógvir týskarar framvegis eru staddir í Føroyum, og nógvir teirra høvdu valt at brúka ein part av kvøldinum til kvinnudystin á Niðara vølli. Tað setti avgjørt góðan dám á, tá týskarar gjørdu aldu og koyrdu á okkara kvinnur.

Okkara vóru greiðir favorittar og settu seg á dystin beinanvegin. Víkingar komu ikki til tað stóra, men høvdu eini 2 skot á málið, sum Annika tók sær av. Okkara høvdu fleiri góðar møguleikar, og 2 ferðir eydnaðist tað hjá Heidi Sevdal at fáa bóltin í málið í fyrra hálvleiki. Beint fyri hálvleik setti innskifta Milja bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 3-0.

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. Okkara høvdu bóltin tað mesta av tíðini, og tað var ikki ofta gestirnir hóttu Anniku í málinum. Hinvegin komu vit til nógvar góðar møguleikar, og við málum frá Milju og Heidi gjørdist endaliga støðan 6-0 til okkara.

Við sigrinum liggja okkara nú rættuliga tryggar á bronsuplássinum. Næsti dystur hjá kvinnunum er sunnudagin móti AB úti í Vika.

Koyr á, HB!


Myndir:
Rakul Hansen