KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnurnar taptu steypadystin

Kvinnur25-04-2013 - Helgi Nielsen

Kvinnur steypakapping, fjórðingsfinala: KÍ - HB 2-1

Bert tríggjar dagar eftir dystin móti KÍ í Gundadali skuldu okkara í gjárkvøldið aftur dystast móti klaksvíkskvinnum, hesuferð í steypakappingini. Bæði liðini vóru skerd til dystin, og tí var ikki frítt, at spenningur var í luftini við Djúpumýru.


Dómarin, Petur Reinert, bríkslaði dystin stundisliga í gongd kl 18.30.

HB hevði undan dystinum styrkt seg við nýggjum málverja, Ninu Davidsen, sum leikti sín fyrsta dyst fyri felagið. Nina fekk seg roynda beinanvegin, tí Kí legði hart trýst á HB í fyrra hálvleiki. Tær bláu høvdu fleiri vandamikil hornaspørk innfyri, men HB verjan stóð stinn og fekk ruddað burtur.

Í 35 minutti stórbjargaði Nina einum bólti,sum var á veg inn í málið. Hon fekk meistarliga boksað bóltin upp á yvirleggjaran og út. Ein sera flott bjarging, sum hugtók áskoðararnar, men hetta var bert ein av fleiri góðum bjargingum hjá Ninu.

Í hinum endanum høvdu Elin Maria Isaksen og Heidi Sevdal nakrar royndir móti KÍ málinum í fyrra hálvleiki, men hesar vóru ikki eins næskar sum álopini hjá KÍ.

Í seinna hálvleiki spældu bæði liðini seg til málmøguleikar, men tað var Suffía Purkhús, sum legði KÍ á odda við einum langskoti, sum tók Ninu á skeiva beininum og fór uppum hana í málið til 1-0 til KÍ.

Ein hálvan tíma seinni var tað Heidi Sevdal, sum við frálíkum einmansavriki slapp framvið KÍ verjuni og við vinstra beini knallaði bóltin í netið til 1-1.

Løtu seinni spældi Heidi Milju Simonsen púra leysa frammanfyri málverjan hjá KÍ, men tíverri rakti skotið hjá Milju við síðuna av.

HB hevði fleiri møguleikar enn KÍ í 2. hálvleiki, men megnaðu ikki at leggja seg á odda.

Í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini fekk KÍ eitt mál, sum varð dømt fyri rangstøðu.

Í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini rakti eitt fríspark frá Malenu Josephsen yvirliggjaran. Løtu seinni skeyt Heidi Sevdal við síðuna av KÍ málinum í hinum endanum.

Áskoðarnir vóru nú so smátt farnir at gleða seg til brottssparkskapping, men tað hevði Malena Josefsen ikki hug at bíða eftir. Hon fór í álop saman við hinum og avgjørdi dystin við einum góðum langskoti, tá 7 minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini.

Samanumtikið var talan um ein sera spennandi og javnan dyst, sum kundi fara báðar vegir. Nógv ferð var á dystinum, sum var rættiliga undirhaldandi og intensur, og har eingin leikari spardi seg.

Vit takka HB kvinnunum hjá Allani fyri eitt flott avrik, samstundis sum vit ynskja KÍ kvinnunum tillukku við sigrinum, sum ivaleyst hevur við sær, at tær gerast steypavinnarar aftur í ár.

Tær, sum byrjaðu inni hjá HB , vóru: Nina Davidsen, Eilin S.Hansen, Sára Samuelsen, Liljan av Fløtum Petersen, Hildur Egilsdóttir, Lív Finnbogadóttir Arge, Elsa S Jacobsen, Valgerð Andreasen, Milja R Simonsen, Heidi Sevdal og Elin Maria Isaksen. Rannvá Mortensen og Elin Niclasen vóru skiftar inn fyri Elin Mariu og Sáru Samuelsen, sum noyddist av vøllinum við skaða, og á bonkinum sótu Annika Hansen og Anitha Mortensen.

Bæði liðini vóru skerd , tí Doris í Garði Olafsdóttir og Anna Brimnes manglaðu hjá HB, meðan Rannvá Andreasen og Randi Wardum ikki vóru við í hópinum hjá KÍ.


Myndir: Rakul Hansen/HB