KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen.

Kvinnurnar taptu í Klaksvík

Kvinnur16-06-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur, 11. umfar: KÍ-HB: 4-0

Fyri at siga tað beinavegin, so vann KÍ ein uppibornan 4-0 sigur. KÍ var snøgt sagt nógv betur meginpartin av dystinum.


Teir fyrstu 20 minuttirnar av dystinum sást eingin munur á liðunum, kanska vóru vit enntá tað betur leikandi liðið.

Í 14. minutti verður ein høgur bóltur lagdur inn í okkara brotstegi, Nina verður fyrst á bóltinum, men tíverri slær hon bóltin mitt út í feltið, og har smekkar evnaríka Eyvør Klakstein bóltin í málið til 1-0.

Hetta virkar ikki at ávirka so nógv okkara spæl, tí vit blivu við, har vit byrjaðu, men so við og við tók KÍ yvir. KÍ fór í hvønn tann einasta nærdyst, gjørdi tey neyðugu fríspørkini og spældu hart og kontant. 

Tað var lítið "flott" spæl frá sigursvanda KÍ liðnum, men meira gypparí frá teimum báðum gomlu í miðverjuni, Báru og Malenu, men tað órógvaði og virkaði.

Okkara virkaðu bangnar, og áðrenn man visti av, so virkaði tað sum um, at okkara leikarar bakkaðu undan hvørjum nærdysti, og so sat KÍ á so at siga øllum. Tá dómarin bríkslaði til hálvleiks, var støðan 1-0 til KÍ.

Tá seinni hálvleikur byrjaði sást, at HB-venjarin hevði broytt eitt sindur uppá á liðið, og var okkara liðskipari Sára Samuelsen flutt í álopið, Elin Maria út á vongin, Hildur oman á bakkin og Marjun inn í miðverjuna.

Hetta var nok gjørt við tí fyri eyga at megna at halda uppá bóltin í álopinum og á tann hátt kanska koma inn í dystin aftur. Fyri at gera eina søgu stutta, so fingu klaksvíkskvinnurnar trý mál aftrat í seinna hálvleikið, og vit einki. Dysturin endaði 4-0.

Fyri at taka samanum, so var sigurin hjá heimaliðnum uppiborin, men tó eru ting man kann taka við úr dystinum. Vit leiktu heilt væl fyrstu løtuna, og vit sóu, hvat skal til at leika hesar "stóru" dystirnar.

Tað er ikki nokk bara at duga at leika fótbólt og vera væl fyri fysiskt. Enn manglar eitt sindur í, at okkara unga lið er búgvið at bjóða av í toppinum, men vit eru heilt sikkurt á røttu kós. So vit siga bara: Drívið á HB-kvinnur!


Hagtølini:

1. deild kvinnur, 11. umfar: KÍ - HB 4-0 (1-0)
0-1 Eyðvør Klakkstein 14
0-2 Sigrid Jacobsen 51
0-3 Rannvá B. Andreasen
0-4 Eyðvør Klakkstein

Liðið: Nina Davidsen - Marjun undir Kletti, Sára Samuelsen (liðsk.), Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal, Lív F. Arge, Eilin S. Hansen, Elin Maria Isaksen (Rannvá Mortenesn 73), Hildur Egilsdóttir, Bjørt H. Magnussen (Anitha K. Mortensen 56), Liljan av Fløtum Petersen

Óbrúktir eykaleikarar: Annika Hansen og Marita Johannesen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálpar venjari: Ríkin N. Djurhuus