KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Unga kvinnulið okkara til roynd sunnudagin

Kvinnur19-04-2013 - Jónfinn Petursson
Sunnudagin skulu vit so síggja, hvat kvinnurnar duga til, tá fleirfaldu FM-vinararnir úr KÍ leita sær suður í høvðusstaðin at leika toppuppgerð.

Bæði liðini hava fingið eina góða byrjan, hóast gestirnir bara hava leikt tveir dystir enn, eru tær á einum øðrum plássi við góðari 11-0 málúrtøku. Sigrar móti Víkingi og B36 er tað higartil blivið til. 

Okkara besta kvinnulið hevur avgjørt eisini fingið eina ótrúliga góða byrjan uppá kappingina. 28-0 og fult stigatal, nýggju stig, eftir innleiðandi trý umførini, siga okkum at Allan og Ríkin hava blandað kortini rætt og hava fingið tað besta burturúr.

Men uppgávan sunnudagin verður torfør, eingin ivi um tað. Tá tað er sagt, vóru vit einasta lið, ið tók stig frá KÍ í fjør, so hvør veit. 

Dysturin verður leiktur kl. 12.30 sunnudagin. Vit gleða okkum og ynskja bestu eyðnu.

Koyr á, HB!!!!